Hvørki øsing ella døsing

Kristian Magnussen
Valevni Javnaðarfloksins

Nøkur fólk eru rættuliga fýrakantað í teirra fatan av politikki og politiskum møguleikum. Hesi fólkini royndu í 6 ár frá 1998 til 2004, at sannføra okkum øll og heimin annars um at ríkisfelagsskapurin forðaði fyri at vit kundu mennast sum tjóð. Teirra loysingarætlan hevði ikki fólksins álit, tí hon bygdi á øsing, uppfunnar trupulleikar og eina ódámliga demoniser-ing av dønum og tí sum danskt.er. Tey hava latið seg í aðrar skortar nú tey bjóða seg fram sum valevnir til fólkatingsvalið, men annars eru tey neyvan broytt.
Vit eru ment ótrúliga nógv sum tjóð undir heimastýrislógini og í ríkisfelags-skapinum. Nú Javnaðarflokkurin stendur á odda fyri eina breiðari politiskari semju, um at endurskoða og endurnýggja ríkisrætt-arligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, er umráðandi at Javnaðarflokkurin eisini á Fólkatingi gongur á odda og tryggjar, at henda tilgongd endar við einum úrsliti, sum er til gagns fyri vanliga føroyingin og er við til menna okkum sum tjóð.
Javnaðarfloksins politikkur snýr seg um at skapa grundarlag fyri best møgu-ligum livikorum og menn-ingarmøguleikum hjá før-oyingum. Ein hornasteinur í okkara politikki er tíðar-hóskandi samstarv í ríkis-felagsskapinum.
Javnaðarflokkurin er ikki til sølu til hægstbjóðandi, tí ein slíkur politiskur hugburður er hugsjónarleysur og ikki sørt kraddarakendur og óvirðiligur fyri okkum sum tjóð.
Tá talan er um fruktagott samstarv í ríkisfelagsskap-inum, er Javnaðarflokkurin alternativið til stívrendan sambands- og loysingarpolitikk.