Tað er ikki rætt, tá ið Portalurin og Suðurrás skrivaðu í gjár, at bæði ein 50 metra langhylur í Vági og Projekt Salt á Tvøroyri er við á fíggjarlógini. Bæði málini eru nevniliga parkerað til seinni Tað, sum hevur elvt til misskiljingina um at saltsilo og langhylur eru á fíggjarlógini, er, at báðar ætlanirnar standa nevndar í eini frágreiðing til fíggjarlógina, sum tvær ætlanir, ið politiskur vilji er til at stuðla.
Men tær standa ikki í sjálvari fíggjarlógini og tað er hon, sum er galdandi.
Veruleikin er, at tað ber ikki til at seta saltsilo og langhyl undir íløgurnar á fíggjarlógini, tí landið eigur onki í hesum projektunum.
Tað hevði verið brot á játtanarskipanina.
Sostatt skal ein møguligur stuðul til hesar báðar verkætlanirnar setast undir raksturin.
Men í rakstrarútreiðslunum á fíggjarlógini fekst ikki pláss fyri teimum innanfyri játtanarkarmin, sum Løgtingið samtykti og tí eru bæði projektini tikin av fíggjarlógini aftur.
- Ætlanin er so at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta játtanarskipanina, so at saltsilo og langhylur kunnu koma undir íløgurnar.
- Íløgukarmurin hjá landinum er 225 milliónir, men á fíggjarógini eru bara 208 milliónir settar av til íløgur, upplýsir Atli Leo, ráðgevari í Fíggjarmálaráðnum.
Sostatt er pláss fyri bæði langhyli og Projekt Salt á fíggjarlógini afturat, er politiskur vilji til tað og til at broyta játtanarskipanina.
Aðrar verkætlanir, sum hava fingið somu lagnu sum langhylurin og Projekt Salt eru:
Talgildur signaturur, nýggj skattaskipan, talgilt bandasavn, Tjóðpallur Føroya og Hvalastøðin við Áir.