Hvørki nýval ella nýggj samgonga

-Mín høvuðsuppgáva er at røkka á mál, og eg fari at taka mær ta tíð, sum er neyðug til tess. Tíðin er ikki avgerandi fyri meg. Tað er innihaldið harafturímóti sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður og formaður Fólkafloksins, nú fyrrverandi fólkaflokstingmaður heldur, at løgmaður eigur at skriva út nýval ella taka aðrar flokkar uppí samgonguna

Jan Müller


Hóast rættiliga hvassar atfinningar frá einum av sínum partamonnum, fyrrv. fólkaflokstingmanninum, Birgir Danielsen, móti rikna fullveldispolitikkinum, so letur Anfinn Kallsberg, formaður í fólkaflokkinum og løgmaður seg ikki førka. Hann stendur so stinnur sum nakrantíð og er sannførdur um, at arbeiði hansara í Tinganesi fyri at finna eina breiða semju skal koma á mál fyrr ella seinni. Og hann ætlar sær heldur ikki at taka við ráðunum frá Birgir Danielsen, um antin at skriva út nýval ella siga samgonguskjalið upp og fáa fleiri flokkar út í Tinganes. -Eg havi lisið samrøðurnar við Birgir Danielsen og Jógvan Sundstein við stórum áhuga. Tað, sum eg havi fingið burtur úr, er, at bæði Birgir Danielsen og Jógvan Sundstein eru samdir um, at vit skulu hava sjálvstýri í Føroyum. Og tað rokni er við, at 75% av føroyingum eru samd um. Tað, sum Jógvan Sundstein og Birgir Danielsen ikki eru samdir um, er, hvussu skjótt vit gera tað og uppá hvønn hátt. Og tað er ?misseran? í øllum hesum máli, og tí havi eg tosað um eina breiða semju og stóra undirtøku - at man eigur at finna fram til, hvat man kann semjast um. Vit eru samdir um at røkka málinum, og tað er tað, sum eg eisini gangi eftir.


Hørð orð

Anfinn Kallsberg, løgmaður viðgongur, at orðini hjá partamanninum Birgir Danielsen um, at hann letur seg manipulera av Høgna Hoydal, eru hørð orð.

-Men veruleikin er tann, at skal man finna eina breiða semju, so eru vit noydd til at finna fram til, hvussu vit røkka slíkari semju. Sjónarmiðini hjá Birgir Danielsen í mun til Høgna Hoydal, eru, at meðan Høgni vil hava eina skjóta knappa loysn, vil Birgir Danielsen hava eina meira langsiktaða trygga loysn.

Mín uppgávu er so koma har fram til, at vit fáa eina loysn og eina, sum ber. Høgni Hoydal sigur eisini, at hann gott kann góðtaka eina fýra ára skiftistíð, með-an tann trygga loysnin, sum landsstýrið er farið eftir, er 15 ár.

Anfinn Kallsberg sigur, at tað, sum er mest avgerandi fyri hann, er, at innihaldið í hesi avtaluni er so mikið trygt fyri tann einstaka borgaran, at tað fæst ein breið undirtøka fyri tí í fólkaatkvøðuni.

-Vit eru samdir um málsetningin. Vit eru bara eitt sindur ósamdir um, hvussu vit røkka honum, og har er Javnaðarflokkurin eisini við.

Mín høvuðsuppgáva er at røkka á mál, og eg fari at taka mær ta tíð, sum er neyðug til tess. Tíðin er ikki avgerandi fyri meg. Tað er innihaldið harafturímóti.

-Men er støðan ikki komin til at taka eitt nýval?

-Tað kann man altíð gera. Tað er tann lættasta loysnin at taka. Men tað er ikki vist, at tað er tann besta loysin, í hvussu er ikki fyri framtíðina hjá føroyingum, tí føroyingar eru samdir um, at tað skulu broytingar til, at vit skulu røkka á mál við at vit sjálvir taka ábyrgd av hesum landinum. Tað er tað avgerandi í hesum. At útskriva val er tí eingin loysn.

Uppá fyrispurning um hann ikki tá fer at taka aðrar flokkar uppí landsstýrið sigur løgmaður, at tað er avgjørt neyðugt at royna at tryggja sær eitt so breitt parlamentariskt grundarlag undir hesum sum gjørligt. Hvussu tað skal gerast finnast kanska nógvir mátar.

Um tað merkir, at aðrir flokkar skulu út í Tinganes eisini vil løgmaður ikki gera viðmerkingar til.

-Vit hava eitt samgonguskjal og eina samgongu og hava sett okkum eitt mál. Vit mugu nokk staðfesta, at tað gongur ikki so væl at fáa hin partin, tvs. donsku stjórnina at góðtaka tær loysnir, sum vit ynskja. Tí mugu vit finna út av, um vit kunnu røkka málinum uppá onkran annan máta.

Løgmaður sigur, at landsstýrið ynskir at fáa næsta samráðingarumfar so skjótt til ber. Danir hava sagt, at teir kunnu møta okkum í Danmark hálvan august. Vit ynskja, at fundurin skal verða í Føroyum. Dagurin fyri næsta fund er ikki ásettur, men vit miðja móti, at hann skal vera í Føroyum.