Tað vóru ikki tannáringar, sum tóku ímóti sjómanstrúboðaranum, sum um dagarnar var umborð á isfiskatrolaranum Jaspis við jólapakkum frá sjómanskvinnuringunum. Jaspis samtrolar við Ametyst.
- Ikki tí, menninir sóu væl út, vóru væl upplagdir og vóru ikki bangnir fyri teimum avbjóðingum, sum ísfiskalívið býður sjófólki okkara.
Soleiðis skrivar sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Hann vísir á, at hóast sjómenninir, hann hitti umborð á Jaspis henda dagin, koma ymsastaðni úr Føroyum og hava ymisk arbeiðir umborð, so høvdu teir eitt til felags.
- Teir vóru allir “landsliðsleikarar.” Terji Hansen, stýrimaður, verður skjótt sjeyti, og Jónhard Berg og Jákup Zachariasen, ið loysa av sum maskinmaður og skipari, hava fylt sjeyti ár.
Hann leggur aftrat, at hesir fiskimenn hvørki eru lidnir at liva ella at sigla, hóast teir hava verið á “landsliðnum” í nøkur ár, sum sjómanstrúboðarin tekur til.
- Teir takkaðu hjartaliga fyri pakkarnar og siga, at sjómanskvinnuringarnir og Sjómansmissiónin gera eitt stórt og gott arbeiði fyri sjófólkið, leggur Torleif Johannesen aftrat.