Hvørki Hans Fróði ella Klæmint vóru nøgdir við javnleikin

Hvørki venjarin hjá TB, Hans Fróði Hansen ella Klæmint A. Olsen, liðskipari hjá NSÍ vóru nøgdir við 0-0 javnleikin millum TB og NSÍ við Løkin í Runavík í dag.

 

Hans Fróði staðfesti, at útgangstøði hjá hansara liði var eins og áður at fáa trý stig, og hann var sera væl nøgdur við hugburðin hjá sínum spælarum. Men hann iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at gagnnýta onkran av málmøguleikunum, sum fall TB í lut.

 

TB-venjarin hevði tó eingi góð orð at bera undirlagnum á vøllinum í Runavík, sum hann heldur verða ein forðan fyri góðum fótbóltsspæli.

 

Liðskiparin hjá NSÍ var als ikki nøgdur við eitt stig í dag, tí TB er eitt lið, sum má vinnast á heimavølli, um NSÌ skal fylgja við í oddinum.

 

Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra tað, sum Hans Fróði Hansen og Klæmint A. Olsen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin.