Nú takkar amerikanska valstríðið fyri seg, og nakrir fegnir og nakrir vónbrotnir amerikanarar sita í dag eftir við tí úrsliti, at ein út av tveimum valevnum varð valdur.
Tað er mangan fullkomiliga órealistiskt at fylgja við í amerikanska valinum. Serfrøðingar, politiskir viðmerkjarar, mótstøðufólk, ja øll hugsandi menniskju eru frammi í sambandi við amerikanska valið fyri at greiða frá hvat tað er, sum fólk skulu velja ímillum. Obama ella Romney. Valið er fyri so vítt rættiliga lætt, tí tað eru bara tveir møguleikar.
Meðan amerikanska valið er farið afturum, er enn eitt lagnuval eftir í Føroyum. Kanska ikki eitt serstakliga spennandi val, men kortini eitt val, sum vit mugu taka í størsta álvara.
Í mínum hugaheimi eru vit í einari sera álvarsamari støðu í Føroyum. Hvønn dag hoyra vit útisetar úr Føroyum, at ónøgdin til samgonguna er øgilig. Tað tykist sum, at eingin ordiliga veit hvussu tað ber til, at samgongan ger tær broytingar sum hon ger, tí - hvør hevur valt hatta, og hava tey, sum valdu tað, fingið tað tey væntaðu? Summi hava allarhelst. Meðan onnur sita við einari keðiligari kenslu av, at flokkurin, sum tey áður stuðlaðu, nú er broyttur til nakað, sum tey ikki kunnu kennast við.
Tað er nú heldur ikki so løgið, og tað fer neyvan at broyta nakað. Vit eru von við, at miðlarnir eru á tremur við gyltum vallyftum tá ið val nærkast, og vit eru von við, at hesi lyfti ikki hava so nógv at siga, tá ið avtornar.
Men nú er tað kommunuvalið vit tosa um. Og hvat kunnu vit gera her?
Eg spyrji mangan meg sjálvan hvat tað er, sum fólk velja eftir í Føroyum. Vit hava ongan blokkpolitikk, og tað merkir, at vit ikki við vissu kunnu vita hvat vit í veruleikanum atkvøða fyri. Í kommunuhøpi er støðan enn verri. Her hava vit ikki eingongd eina yvirskipaða politiska ætlan frá flokkunum, tí tað í størstan mun eru einstaklingar, sum bjóða seg fram.
Eg havi mangan hoyrt fólk siga "ja, eg atkvøddi fyri honum, tí eg kenni so væl pápa hansara", ella "eg hevði atkvøtt fyri henni, um grannin hjá mær ikki stillaði upp".
Tað er als einki løgið í, at fólk velja eftir vina og kenningaháttinum, har ein velur tey, sum ein kennir best. Tí hvat annað val hava vit í veruleikanum?
Men spurningurin er hvussu langt vit koma við at velja eftir hesum leisti. Spurningurin er, um vit ikki noyðast at lata kenslurnar liggja við hús, tá ið vit leita til valstøðini. Spurningurin er, um okkara kæra samfelag ikki hevði fingið ágóða av, at øll sum ein valdu tey, sum tey púra erligt mettu vóru best egnað, og ikki tey, sum oftast komu framvið til kaffi.
Mín vón skal vera, at føroyingar nú fara á val, og velja eftir allarbestu sannføring. Velja eftir hvat tey halda kann gagna kommununi, og velja tann persón, sum tey halda kann gera ein veruligan mun.
Ella vilja vit kanska, at samfelagið skal halda fram sum tað er í dag?