Hilmar Augustinussen
---------------
Skrivar John í Skemmuni í einum lesarabrævi í seinastu viku.
Ætli mær ikki út í nakað blaðkjak við nakran um hetta, men kann ikki lata vera við at koma við eini viðmerking til hansara:
Góði John, stilla teg framman fyri eitt spegl, og sig hesar setningar, og vita um tú kennir teir aftur:
»Hava tey ikki rætt til, ikki at halda seg til Bíbilsku áskoðanina á hesum øki? Hví skulu tey trýstast til nakað sum gongur ímóti sannføring og samvitsku teirra?! Hava tey ikki loyvi til ikki at lýða Gud, heldur eitt tíðarrák? Ella, skulu øðrvísi hugsandi, sum ikki grunda sannføring og livihátt sín á Bíbliuna, ikki hava loyvi at vera til?«.
Kennur tú hetta?
Í lesarabrævinum skrivar tú:
»Er tað veruliga so galið okkara millum í dag í 2010, at vit eisini eru í ferð við at byggja eitt slíkt antipati upp ímóti teimum kristnu, ið hava sannføringar, ið byggja á bíbilskar meginreglur? Og, eru vit byrjaði at arbeiða við lóggávu hesum viðvíkjandi?«
Haldi meg ongantíð hava lisið ein einasta setning í føroysku fjølmiðlunum, har tey sum liva eftir Bíbliuni, á nakran hátt, verða niðurgjørd, heldur tvørtur ímóti.
Tað, sum fær meg at tríva í pennin, er fleiri av teimum, ið »Liva eftir Bíbliuni«, nýta hana til at buka onnur í høvdið við, og vísa við einum sitati fyri og ørðum eftir, at tey hava rætt.
Øll kenna meiningarnar hjá Jenisi av Rana, og ongin hevði sagt eitt orð, um hann bara segði »nei takk« til døgurðan fyri íslendska forsetisráðharranum. Hann mátti líka koma við eini niðrandi viðmerking, og tað er tað, sum argar. Hann hevur sjálvur skyldina í blaðskrivingini og fyri mær virkar tað, sum um tað var tað hann vildi hava.
Eg og nógv við mær, liva eftir lógum landsins og onnur liva eftir Bíbliuni. Hvat er galið við tí? Kann nakar vísa á eitt einasta fordømi, har eg ella nakar annar hevur talað at, um onkur livir eftir Bíbliuni. Eg kann vísa á fleiri greinar har tað mótsatta er galdandi.
Mín fatan av »Just laws« er, at um eg ikki geri nakað, sum á ein ella annan hátt gongur út yvir nakran annan, ja so fáa eg frið fyri lógini. Tíðan verri er tað sama ikki galdandi fyri Bíbliuna. Tað sum ræðir meg, er tá ið onkur roynir at stýra okkara landi við Bíbliuni.
Fyri meira enn 200 árum síðani funnu amerikumenn útav, við lóg, at skilja stat og trúðarlív. Nær koma vit so langt?