Villiam Dam
Mál okkara verður einar frælsar Føroyar. Ómegd sambandsins verður at stirvna sum frálíður, tað hevur tikið tíð, og tað krevur tíð at vinna á afturhaldskreftunum.
Alt ov ofta eydnast tað hjá afturhaldskreftunum, sum vísa seg at verða útstøtið hjá donsku stjórnuni, at sáa iva í Føroya fólki við sínum mistreysti. Orðalagið hevur verið, at vit eru ikki før, vit eru ikki ment, milliardin og annað.
Føroya fólk, vit hava tikið lógvatak saman, vit hava sett eitt sjálvstýrislandsstýri til róðurs, og tað skal stýrast við sjálvstýrisleiðslu, við fólkinum sum baklandi, til vit hava eina frælsar Føroyar.
Latið okkum, sum hava hendan sjálvstýrisneista í okkara brótsti, ikki kódna av ómegdini.
Vit, sum hava sett hendan meiriluta at stýra landinum, latið okkum standa enn betri saman og ongantíð lata afturhaldskreftirnar koma framat aftur. Men latið okkum stevna fram móti málinum um einar frælsar Føroyar við Guds signing og yvirgivni til hansara.
Harrin signi land og fólk.