Hvørjir eru teir?

Útlendskir ríkis- og stjórnarleiðarar eru nú drignir upp í amerikanska valstríðið. Spurningurin er, hvør stuðlar hvørjum valevni

Hvørjum halda útlendskir ríkis- og stjórnarleiðarar við, George W. Bush ella John Kerry?

Hesin spurningurin hevur tikið seg upp í valstríðnum upp undir amerikanska forsetavalið í heyst. Upprunin til orðaskiftið er, at John Kerry skal hava sagt, at hann fær stuðul frá fleiri leiðarum í øðrum londum, sum heldur vilja hava hann til forseta enn George W. Bush.

Sjálvur sigur Kerry, at tað er ikki hann, sum hevur lagt upp til orðaskiftið, men at Bush og hansara menn hava tikið spurningin upp fyri at sleppa undan at viðgera spurningar um arbeiðsloysið, heilsuverkið og onnur týðandi mál í valstríðnum.

-Tað er einki loyndarmál, at summi lond hava verið ímóti uttanríkispolitikkinum hjá sitandi stjórnini. Tað hevur kostað okkum virðing og ávirkan í heiminum. Eg standi við tað, sum eg havi sagt. Tað týdningarmesta er, at uttanríkispolitikkurin hjá Bush-stjórnini hevur ikki gagnað trygd okkara, soleiðis sum hann átti at havt gjørt, sigur John Kerry við tíðindastovuna AP.

George W. Bush, forseti, og Colin Powell, uttanríkisráðharri, vilja ikki leggja John Kerry undir at lúgva, at hann fær stuðul frá útlendskum leiðarum, men teir vilja fegnir hava at vita, hvørjir hesir leiðararnir eru.

-Annaðhvørt sigur hann okkum, hvørjir hesir leiðararnir eru, ella má niðurstøðan vera, at hetta er nakað, sum hann hevur funnið uppá, sigur Colin Powell.

John Kerry hevur sýtt fyri at kunngera nøkur nøvn, men hann heldur upp á sítt.