Hvørjir eru skurkarnir í málinum um p/f N. Niclasen

Ólavur Petersen
---

Undir valstríðnum til síðsta løg­tingsval kom fram, at valevni hjá Sam­bands­flokk­i­num, Ei­vin Jacobsen, ikki hevði upp­givið inntøkur av virð­­is­brøvum til skatta­mynd­ug­­leik­an.
Ikki eitt orð um hetta kom fram í Kring­varp­inum.
Hesir upplýsningar eru goymd­ir í ovastu skuffu í Kringvarpinum, - for til­fæld­ets skyld, tí mað­ur­in er jú po­t­en­­­t­­­i­ellur fíggj­ar­mál­a­ráð­harri, - ella sum beiggin Suni gjørdi tað, kemur at sita sum fíggj­ar­nevnd­ar­for­mað­ur.
For tilfældets skyld hev­ur Kring­varp­ið, eisini í toll­mál­i­num hjá p/f N. Nicl­a­sen, for­brot­ið seg móti sín­um skyldum, við at bøla á máli­num hjá Jørgeni Niclasen til teir hildu seg fáa optimalan vinn­ing burturúr.
Ørindi Kringvarpsins er ikki at beina Føroyar á reið­u­lig­a kós, - og objectið hjá Kring­­varp­i­num er als ikki Jørg­en Niclasen.
Objectið hjá Kring­var­pi­num er Annika Olsen.
Teirra mál er at fáa Fólk­a­flokk­in at tódna, so dyrnar í Tinganesi verða stongdar fyri Anniku Olsen
Hon átti at verið poli­t­iskur leiðari í einum sam­an­løgd­um fiski og vinnu­mál­a­ráði, men er nú sum al­mann­a­mál­a­ráð­harri við at koyra tjóveldis og javn­að­ar­sos­i­al­ist­ar­nar út í eina i­dentitetskreppu.
Tað er í tí ljósinum at sjong­urin í Kringvarpinum skal síggjast.

Tollmál í Vági
Komið í tankar um eina sam­røðu við Karl Olsen, sála, fyrr­ver­andi avgreiðslumann hjá Skip­a­felagnum í Vági.
Ein dagin, eftir at hava svølgt ein bita við hús, sær hann, at eitt partí hoyrandi til hand­ils­virksemi á Gørðum er horv­ið á goymsluni.
Samanhangurin er skjótt upp­klár­að­ur og fer hann beina leið á sýsl­u­skriv­stov­una, sum tá var tollstova, at fáa tollstempul á skjølini.
Seinri kemur gjaldstovan suð­ur um fjørð saman við løg­regl­umanni, men har var alt í lagið. ”Det vidste jeg, at hos Karl Olsen er al­le sa­ger i orden,” var ein setn­ing­ur á avgreiðsluni hjá skip­a­fel­ag­num í Vági tann dagin.
Hvussu langa tíð aftaná, minn­ist eg ikki; men ein dag­in fær heiðursmaðurin Karl Olsen harra­boð frá hand­ils­virk­i­num á Gørð­um, at frá nú av hava teir avgreiðsluna hjá skip­a­felagnum.
Beinanvegin sum hetta kom fyri oyrinum á Zacha­risi á Skip­­a­fel­ag­num­, mannaði hann skip (Rókur?), beina leið á Vág. Fyri­tøkan á Gørðum fekk at vita, at Karl Olsen er teirra maður í Vági.
Eitt álvarsamt tollmál aft­ur­at, segði Karl Olsen mær frá. P/F Suð­ur­fisk við tjóð­veld­is­mann­inum Ova Mikkel­sen, sála, sum stjóra, tók ein truck uttan gjald av tolli.
Tað megu vera nøkur ár aftan­á, tekur blaðskriving seg upp um hetta mál. Ove Mikk­el­sen saksøkir.
P/F Suðurfisk við Ova Mikk­el­sen tapir sakina um toll­mál­ið. Sperd­ir í brók­um sum javn­að­ar og tjóð­veld­is­menn nú eru, raka teir fam. Karl Olsen so meint sum møg­u­ligt við at stórur part­ur av lærarum við Vágs skúla nið­ur­leggja arbeiði. Tað hend­ir einar 14 dagar eftir at truck­a­málið er tapt.

Familjan Karl Olsen ikki til fals
Fyri nøkrum mánaðum síð­an varð Dennis Holm, borg­ar­stjóri í Vági, giftur.
Annika við fam. skuldi suð­ur í brúðleyp, men á mið­degi boðar Ú.F. frá, at Smyril vegna brek ikki siglir.
Snarur í tanka og handling sum pápi hennara er, fekk hann avgreiðslumannin hjá tyrluni í Suðuroy, Dán­jal Bjark­ham­ar, at bíða eft­ir Anniku í einar fimm minutt­ir.
Komin suður skuldi hon einki gjalda fyri túrin, tí hetta var ein tænasta fyri hana.
Ann­ika Olsen gav Dánj­ali Bjarkhamar og tyrl­u­skip­ar­a­num greið beskeð, at hon ikki er komin suður sum lands­stýr­is­maður, men hon við familju, 4 í tali, eru komin suð­ur sum priv­at­per­són­ar. Hon skuldi gjalda fyri seg og síni. Final!!
Hevði Annika ikki re­a­ger­að akkurát sum hon gjørdi, so var tað hon sum varð koyrd gjøg­num rununa í Sortudýki og ikki P/F N. Niclasen.
Kons­pir­a­tións­teori?
Eg taldi eftir fyri eini tíð síð­ani, men rætt skal vera rætt sum langabbi Anniku, Óla Smið, segði á sinni.
Í um­leið 25 førum eri eg far­in eitt sindur við síðuna av eina ferð.
Mín yvirskrivt spyr hvørj­ir skurk­ar­nir eru. Tað lætið eg ró­liga upp til lesaran at gera av.