Hvørjir eru kraddararnir

Føroyar helst lættasta land á knøttinum at seta fyritøkur á stovn, sum byggja á annað enn fiskivinnu. So farið bert til verka tit vælútbúnu, sum lítisvirða okkara "faliterandi" høvuðsvinnu.

Jógvan við Keldu

Seinastu árini er ágangurin øktur móti føroysku "kraddarunum" nevniliga reiðaravirksemi og vinnulívsfyritøkum í primeru vinnuni.
Eingin ivi er, at hesin tiltakandi ágangur kennist rættvísari samfelt við nógv útbygdum almennum stovnum.
Liðin eru 35 ár, síðani eg av fyrstan tíð kom uppí føroyskan politikk. Ikki er ov nógv sagt, at tosið ídag líkist prátinum tá, burtur sæð frá, at ídag er margfeldi av fastløntum droymarum bæði í politikki, fólki á almennum og hálvalmennum stovnum og tey, sum liva av studningi úr landskassanum, økt. Hesi undrast, at vit ikki hava fleiri bein at standa á enn fiskivinnuna.

Hvussu við øðrum vinnum
Lat meg staðfesta, at onga-staðni á knøttinum er lættari at seta fyritøkur á stovn enn í Føroyum. Tí kundi hóskandi verið spurt, hví hesi vælútbúnu fólk ikki hava sett á stovn annað, enn "faliterandi" fiskivinnu. Hesi, sum bæði í talu og skrivt dagliga leypa á og undirmeta okkara høvuðsvinnu við niðrandi heitin-um kraddarar o.a.
Fyrsta liðið í føðiketuni er enn, tað ið drigið verður upp úr sjónum. Í øðrum umfari verður tilfeingið virkað víðari á landi til útflutnings, so vit fáa útlendskan valuta og pening til at umsita land okkara fyri.
Tá Ísland í 1994 fylti 50 ár segði íslendskur professari, at "vit hava nú í 50 ár tosað um at fáa annað enn fiskivinnu til útflutn-ings, men enn er so at siga einans hesa útflutningsvinnu vit byggja á". Tað tekur tíð.
? Nústaðni, seinastu trý, fýra árini er ávís broyting hend, sum vit sjálvandi eru hugtikin av, men fiskur er framvegis umleið 65% av teirra útflutningi. Vit eiga at fylgja gongdini í Íslandi tætt komandi árini.

Fiskivinnan ikki givið
so lítið
Á politiska pallinum, hevur Tjóðveldisflokkurin verið tann mest ídni at lopið á okkara fiskivinnu, tá talan í ávísum førum hevur verið alment um at lyfta nakað uppundir, fyri ávísir partar ikki skulu fara fyri bakka. Nú hevur Tjóðveldisflokkurin altíð staðið fyri øllum ella ongum, svørtum ella hvítum, og nú sær út til at fólkafloksungdómur tekur væl undir.
Í 1993 var eg borgarstjóri í Klaksvík, tá virkini og øll línuskipini fóru av knóranum og vórðu privat keypt aftur av skiparum, maskinmonnum o.ø. Tað hugaliga í hesum var, at fakfeløgini í Klaksvík lótu rentufrí lán upp til 550túsund krónur fyri hvørt skipið. ? Alt letur seg gera, tá rættur hugburður er fyri vinnupolitikki.
Hetta hevur givið samfelagnum Føroyum risaupphæddir seinastu 12 árini, hundraðtals milliónir fyri hvørt skipið á sjógvi og á landi. ? Hesi skip vórðu keypt í vánaligastu tíðum og høvdu møguliga sloppið at ligið, um Kristina Háfoss og Tjóðveldisflokkurin høvdu avgerandi orðið. Eisini kann vísast á, at bæði nótaskip, Norrøna o.o. skip hava eisini fingið stuðul til ávísar tíðir, men hava eftirfylgjandi givið okkum øllum gylt.
At rækjuskipini nú verða skýrd kraddarar og fáa onnur heiti, tí tað frá almennari síðu í millumbili verður lyft eitt sindur upp undir fyri at vita, um ikki ein bjarging er, er bæði óbúgvið, ólátað og lítið umhugsað.

Almennu atfinnararnir hava møguleikan
Lat verða sagt, at ongantíð hevur verið meiri neyðugt enn nú, at fáa væl útbúgvið fólk í øðrum tættum enn fiskivinnuni, men tað er ikki heilt vandaleyst, tá hesi við góðum, tryggum almennum starvi niðurgera høvuðsvinnu okkara, og lata sum um, at vit longu hava fingið nýggjar vinnur. ? Lat okkum fyrst fáa hesar vinnur at virka, áðrenn vit niður- og tileinkisgera okkara núverandi høvuðsvinnu.
Vanliga gerst ein ikki stórur tónlistamaður bert við at læra nótar. Soleiðis gerast fólk ikki náttúrliga góðir praktiskir leiðarar og leiðbeinarar, bert við eini bókligari útbúgving og fáum royndum. Her skal naka meira til.

Sentralisering á eitt øki, ger av við dynamikkin
Seinastu árini er almenna virksemið sentraliserað til høvuðsstaðin. Hetta hevur lækkað dynamikkin sum heild. Orsøkin til tað er, at her verður eingin kapping, eins og í londunum uttan um okkum, har sentralisering fer til kanska eini fimm, tíggju ella øki.
Bæði embætisfólk og sentraliserandi politikarar eru farnir skeivir, meðan økini úti um landið líkasæl hava hugt at.

Órealistiskir droymarar og skapandi
hugsjónarfólk
Fyri árum síðani las eg áhugaverda bók, sum amerikansku fyrilestrar-haldararnir Craig R. Hickman & Michael A. Silva skrivaðu, "Creating Exellence ? Managing Corporate Culture, Strategy and Change in the New Age" á donskum hevur hon heitið "Den dynamiske virksomhed", har teir m.a. viðgera munin á "órealistiskum droymarum" og "skapandi hugsjónarfólkum", sum mong halda vera eitt og hitt sama.
Hetta er ein góð sammeting við Tjóðveldisflokkin, Kristinu Háfoss og øll, sum á ein ella annan hátt fara illa við okkara høvuðs-vinnu, og sum meta hana sum byrði fyri samfelagið.
Vit eiga ikki longur at finna okkum í, at skapandi vinnulívsfólk verða kallað "kraddarar, profitmakarar o.s.fr." av órealistiskum droymarum, eitt vinnulív, sum bæði hevur hildið útjaðarøkinum og høvuðsstaðnum á lívi saman við øllum tí vaksandi almenna yvirbygninginum.
Latið okkum taka væl ímóti fram- og fyritøkum uttan um fiskivinnuna, sum sjálvsagt mugu koma, uttan at høvuðsvinnan verður niðurgjørd.