Hvørjir eru hesir?

Ein lesari hevur biðið Sosialin prentað hesa myndina og biðir okkum hjálpa sær at finna út av, hvørjir hesir tríggir ungu menninir eru.

Myndin er tikin umborð á vestmannatrolaranum, Kap Farvel í umleið 1968/1969.
Lítil ivi er um, at tað er Birgir Sivertsen úr Klaksvík, sum stendur ytst til vinstru, men ivi er um hinar báðar menninar.
Lesarar, sum vita um menninar at siga, kunnu ringja á tlf. 221577.