Finnbogi Ísakson
finnbogi@post.olivant.fo
????????
Mær hevur altíð dámt væl at fylgt við í tí, sum hendir í politikki, bæði burturi og heima. Tí fylgi eg eisini við í teimum formansvalum og øðrum valum, sum eru í hesum tíðum.
Nú tá sosialdemokratarnir í Danmark eru lidnir at sláast - fyribils í hvussu er - fara SF-ararnir í gongd. Teir hava bíðað, so at eisini teir skula sleppa framat í fjølmiðlunum. Lítið mætari enn í Danmark man vera í Vatikaninum, har kardinalarnir ganga og konspirera ímóti hvørjum øðrum fyri at sleppa í pávastólin sum Guds umboð á foldum.
Donsku sosialdemokratarnir vóru so ósamdir, at fyri fyrstu ferð í søgu floksins vóru teir ikki førir fyri at velja formann á vanligan hátt, tvs at tingmanningin og floksleiðslan gjørdu spurningin av. Í staðin sendu teir bóltin víðari til limirnar í øllum valfeløgunum í Danmark. Fyri at káva útyvir sín egna veikleika kalla teir hetta so sera, sera demokratiskt, hóast veruleikin er, at tað var ómegd, sum førdi til henda valhátt.
Tað hevur undrað meg hesa tíðina, meðan innanfloks valstríðið hevur verið, at tað bar til at tekna seg sum lim í flokkinum. Upplagt, at onkur fór at organisera. Tað hevur helst eisini verið gjørt, hóast tað man vera ringt at prógva tað. Tá avtornaði og teljast skuldi upp, var limatalið vaksið við 8000. Tað er nógv av einum samlaðum limatali uppá 51.000.
So varð valt, og teir organiseraðu javnaðarmenninir og -kvinnurnar vístu seg ikki at vera sofaveljarar. Valluttøkan var heili 88,4%. Fyri fyrstu ferð í søgu floksins varð ein kvinna, Helle Thorning Schmidt, vald til formann. Hon er spildurnýggj á Christiansborg, men fekk kortini 3.000 atkvøður fleiri enn tann royndi Frank Jensen.
Eg ansaði eftir, men skilti tað ikki rættiliga beinanvegin, at í síni røðu í Vega, fyrrverandi Folkets Hus í Keypmannahavn, nevndi taparin Frank Jensen fleiri ferðir, at hann vónaði, at eisini teir nýggju limirnir fóru at verða verandi í flokkinum og vera við til at føra flokkin fram til sigurs.
Hvat meinti hann við? Hví skuldu teir nýggju limirnir ikki verða verandi í flokkinum? So datt fimmoyrað: Frank Jensen sipaði til, at teir mongu nýggju limirnir hava meldað seg inn í flokkin einans við tí endamáli at fáa Helle til formann. Kanska hava tað verið mestsum bara konufólk, sum als ikki eru sosialdemokratar. Hann sipaði helst til, at tað kundi vera eitt kvinnupolitiskt átak, sum fekk kvinnur at tekna seg sum lim í flokkinum, og at tær fara úr aftur flokkinum, tá nakað er frálíðið. Aftur í sín egna flokk.
Er tað rætt, sum Frank Jensen bendi á, so eru tað kvinnur úr Vinstra, Konservativa og Danska Fólkaflokkinum, sum hava valt nýggjan formann í danska sosialdemokratinum!
Soleiðis kann man gera tað lort - av berum klandri og yvirdemokratisering.