Hvørjar ætlanir hava Føroyar fyri 2005 og árini fram eftir ?

Edmund Joensen

Í heimspolitikki henda av og á stórlop ella skarvslop rætta vegin. Tað seinasta var tá 10 lond gjørdust limir í ES afturat teimum 15, sum vóru frammanundan. Felagskapurin rúmar nú 25 limalond við umleið 480 milliónum íbúgvum.

Slíkt má kallast ein søgulig stórhending, serliga tá hetta er hent við tí fyri eyga at skapa frið, vælferð, vernd av umhvørvi o.s.fr. Vit síggja eitt á so mangan hátt broytt og sameint Evropa við skarvslopum framá leiðini ímóti tí ætlaða málsetninginum. ES er um somu tíð eisini vorðin heimsins størti búskapur, frammanfyri bæði USA og Japan.

Noreg, Ísland og Sveits eru ikki fullir limir enn, men hesi londini hava annað beinið innanfyri við teirra EBS avtalu. EBS-samstarvið er helst tann nærmasti samstarvsformurin, sjálvstøðug lond kunnu fáa uttan at vera limir í EU.

Síðstu tíðina hava vit javnan hoyrt í fjølmiðlunum, at stórur meiriluti av norska fólkinum sambært meiningsmátingum gongur inn fyri fullum limaskapi í ES. Norðmenn hava, eftir tvær ferðir at hava sagt nei, eftir øllum at døma nú álit á at fullur limaskapur er framtíðin.

Hvar eru Føroyar í øllum hesum og hvørjar ætlanir hava føroyingar? Er nakað ES-kjak yvirhøvur? Verða t.d. gjørdar meiningsmátingar um hesi viðurskifti?

Ætla Føroyar eina tillaðingarskipan í tøttum samstarvi, á sama hátt sum Ísland og Noreg hava tað? Ætla føroyingar at fyrireika landið og íbúgvarnar til ein møguligan komandi limaskap?

Onki røkist fyri at so er. Føroyar hava eina "simpla" handilsavtalu við ES, mest lík teimum sum londini í triðja heiminum hava. Stutt sagt gevur okkara handilsavtala við ES Føroyum flestu vansarnar sum ein fullur limaskapur inniber, men ikki fyrimunirnar.

Hetta er serliga harmuligt, tá Føroyar sum partur í danska ríkinum hava fullan rætt at krevja limaskap við undantøkum, sum t.d. Áland fekk sum atland hjá Finnlandi. Hetta hevur givið Álandi veldugar fyrimunir, nógv størri, enn um teir gjørdust sjálvstøðugir limir. Áland er atland í Finska ríkinum á sama hátt sum Føroyar eru atland í danska ríkinum. Hetta er ein rættur, sum bíðar eftir at vit føroyingar taka okkum saman - ein rættur sum vit eiga framum tey suverenu londini.

Meðan londini í okkara heimsparti brynja seg til avbjóðingarnar í nýggja Evropa, so viðgerða Føroyar handissáttmalan við Ísland. Avtalan er vánaligur arvur frá undanfarnu samgongu. Løgmaður skal viðgerða avtaluna í uttanlandsnevndini og hann skipaði fyri temadegi í hesum sambandi á Hafnia í seinastu viku. Um avtaluna við Ísland kann í stuttum sigast, at hon gevur Íslandi fullan fríðhandil í Føroyum. Føroyar fáa harafturímóti nógv avmarkaðan handil, lítið og onki annarleiðis enn í dag - í onkrum føri verri.

Ìslendsku verjutiltøkini á fiskivinnuøkinum verða ikki broytt. Sostatt fellur allur fyrimunurin, sum skuldi verið í einum handilssáttmála Føroya vegna, á gólvið, bæði í sjálvum handilssáttmálanum og eisini í komandi komuleringini. Føroyar fáa als ikki somu treytir sum Ísland í kappingini.

Ìsland hevur dugað væl. Landið hevur ment seg ótrúliga nógv undir EBS skipanini. Búskapurin stendur nú á alt fleiri beinum. Ísland førir ein aktivan íleggingar- og bankapoli-tikk í útlondum við øðrum beininum í ES við EBS avtaluni.

Ìslendingar keypa seg inn í Føroyum. SMS, Skipasmiðjan, Snodd o.s.f. Ìslendsk fyritøka hevur boðað frá sera aktivum virksemi í sambandi við flogfersluna í føroyum. Ì Danmark er Magasin keypt av íslandskum íleggjara. FIH, Finansieringsinstituttet for industri og handverk í Danmark, eiga teir eisini. Sanniliga er munur á monnum. Íslandskir politikkarar smaðast ikki fyri at seta verjutiltøk fyri teirra egnu fiskivinnu og teirra egna ídna.

Svøríki, sum í nýggjari tíð hevur verið kent fyri at standa øksl móti øksl við stórídnaðin, hevur boða frá sama politikki. Stjórnin er til reiðar at brúka meira enn 10 milliardir kr. til tiltøk sum kunnu gera at Svøríkið vinnur kappingina, t.d. soleiðis at Saab verksmiðjan verður verðandi í Svøríki.

Danski forsætisráðharrin Anders Foog Rasmussen legði nú sunnudagin fram á landsfundinum krystalklára ætlan og startegi um, hvussu Danmark ætlar at leggja tilrættis. Hvussu gerast skal fyri at Danmark skal hava tað besta kappingarføri og vinna í kappingini alla tíðina.

Hvat gera vit í Føroyum?. Tá hendan samgongan tók við, vóru seks ár av dýrabarari tíð burturspilt av loysingarsamgongum. Seks ár, sum blivu brúkt til klandur og stríð. Sjálfylgiligheitir blivu gjørd til stórmál og stríðsmál, og sjálvandi kom onki burtur úr Føroya vegna. Seks ár sum (um hildið varð fram við framburspolitikkinum hjá landstýrinum frá 94-98), trygt høvdu sett Føroyar á vinnarabreytina saman við grannalondunum Íslandi og Noregi.

Løgið at Búskaparráðið ikki sær tær stóru linjurnar - ikki sær tær stóru avlaðingar og avleiðingar og tað trongu spennitroyggjuna, sum føroyskt vinnilív livir undir samanborið við grannarnar, tá um handilsavtalur ræður. Eisini er tað sera løgið at ráðið leggur so stóran dent á privatisering av Fiskavirking, einasta felag sum hevur eitt konsept og sum er ført fyri at taka kappingina upp við útlandið. Einasta føroyska felag sum út frá tosinum millum fiskimenn heldur fiskaprísinum uppi.

Vit føroyingar - hvat gera vit, nú vit er sloppin av við loysingarsamgongurnar og nú vit reypa av at hava eina stóra og sterka samgongu. Hvørjar ætlaninr hava vit fyri 2005 og árini fram eftir. Átti landstýrið og stóra sterka samgongan ikki at sett út í kortið og at gjørt nakað ítøkiligt og munagóð tiltøk, sum kundu flutt Føroyar fram á leiðnini.

Eitt er vist - tað kann ikki góðtakast, at meðan grannarnir og Europa gera skarvslop fram eftir, so skvamblar okkara sterka landstýri og okkara stóra sterka samgonga uttan mál og mið runt í egnum dunnuhyli. Her má vend koma í..

Føroyar hava brúk fyri strategiskum og ítøkiligum ætlanum fyri 2005 og árini fram eftir.