Eftir teimum fráboðanum, ið komnar eru í valstríðnum, so eru tað tveir flokkar, ið hava boðað frá, at teir hava eina avgjørda støðu í samkyndamálinum:
Framsókn er fyri skrásettum parlagi.
Miðflokkurin er ímóti skrásettum parlagi.
Fyri okkum veljarar er hetta ein greið støða.
Men tað er ein trupulleiki fyri okkum veljarar, at ikki allir flokkar hava eina greiða støðu, tí ein veljari sum setir sín kross við eitt valevni, sum ikki gongur inn fyri skrásettum parlagi, kann koma í ta støðu, at hann í veruleikanum velur ein persón inn á ting, sum júst gongur inn fyri skrásettum parlagi, beint ímóti sannføring síni, tí persónurin sum hann setti kross við, kom ikki inn á ting.
Tí var gott um allir flokkar gjørdu, sum teir báðir áður nevndu: Greitt at boða frá hvørja støðu teir sum flokkar hava til hendan, fyri mong av okkum so týðandi spurning, og aðrar etiskar spurningar.









