Hvørja lóg brýtur Intrum?

Georg Petersen, blaðmaður á Dimmalætting, skrivar í grein í Dimmalætting 10. november 2009, at Intrum Justitia virkar í lógloysi. Hinvegin skrivar hann eisini í sama andadrátti at enda í greinini, at í Føroyum er í gildi ein lóg frá 1988 um inkassso-og detektivvirksemi.

Hesin óvanligi mátin at bera fram tíðindi sigur í grundini alt um trúvirðið í hesi blaðgrein.
Georg eigur at vita, at tað, sum ikki er bannað við lóg ella krevur góðkenning sambært lóg, er lógligt.
Virksemið hjá Intrum Justitia í Føroyum er ikki í stríð við nakra lóg og krevur ikki góðkenning sambært lóg. Georg ger sjálvur í geinini vart við, at lógin um inkassovirksemi júst ásetir, at Intrum ikki kann geva seg út fyri at virka sambært løggilding.
Vit spyrja nú, hvørja lóg brýtur Intrum? Georg, vit ganga út frá, at tú antin vísir á hesa lógargrein í komandi útgávu av Dimmalætting ella fara vit víðari við hesum máli.