Jákup av Skarði
---------
- og hevur SSL sett sær eina ætlan frameftir?
Tað hevði verið framúr at fingið at vita, um Strandfaraskip Landsins hevur nakran livandi tjans at gera sítt arbeiðið til fulnar, ella um landsins mynduleikar bert fóðra SSL og Føroya fólk við "slutur fyri slatur"! Um SSL harafturat hevur eina visón, kundi tað lætt um vónirnar hjá fólkunum, ið hava valt at búleikast á oyggjunum, ið ikki hava vegasamband.
Tíanverri er tað nú vorðið gerandiskostur, at oyggjafólk klandrast um slíkt, ið Løgtingið við einum pennastrokið kundið fingið av skafti! Harafturat hevði hetta pennastrok fyrst givið mongum familjum mat í munnin, síðani tryggjað Kalsoy, Skúvoy, Sandoy og Nólsoy trygga farleið, fyri harafturat at vinna Føroyum "know-how" í skipasmíð!
19. januar 2011, varð eg ógvuliga optimistiskur - kanska ov optimistiskur - og helt, at nú fór at bragdað. Sosialurin og Johan Dahl bóru góð tíðindi um nýggju ferjuna til Nólsoyarleiðina og hetta varð langt undan valfyrireikingum, fíggjarlóg og øðrum jonkasligum lovorðum. Ja, eg veit, eg havi verið optimistiskur frá tí, at vit fyri mongum árum síðani høvdu fundir við SSL, við Tórshavnar Skipasmiðju (sum hon tá at) og við Jacob Vestergaard. Men mangir floksformenn og politikkarar í ymsum valskeiðum, hava borið fram tørvin á tryggari farleið um Nólsoyarfjørð.
Hvat er nú at gera? Er onkur, ið ikki veit svar til tann spurningin, so loyvi eg mær at siga mína hugsan: "Føroya fólk hevur longu goldið eina millión fyri skitsuprojekt. Nú er eftir at nýta einar tvær milliónir til detail-projektering og síðani tvey fylgjandi ár við 20 milliónum. Verður hetta sett í gongd nú, so siglir nýggja ferjan um fjørðin á vetri 2012!"
Hví skal hetta gerast?
Tí! Nú standa nólsoyingar aftur og ivast um bilurin sleppur inn aftur, um handilsvøran skal handast í land, um øll sleppa við tá ið báturin siglir, um rørslutarnað sleppa heim, um jarðarferð kann skipast í respektivum umstøðum, og um farandi er um fjørðin.
Tí! Strandfaraskip Landsins hevur hava tørv á einum eykaskipi, soleiðis at Kalsoy, Sandoy, Skúvoy og Nólsoy kunnu verða vís í at gestir og íbúgvar sleppa trygt til og frá sum ferðaætlanin lýsir. Hetta uttan at flest allar farleiðir skulu umskipast, tá ið tøkniligir trupulleikar eru við yngsta skipinum í flotanum.
Tí! Sam er eisini gomul ferja. Við at byggja nýggja ferju til Nólsoyar, er væl møguligt at bæði skrokkur og motorar kunnu "kopierast" til nýggja ferju í Norðuroyggjum. Løgtingið hevur víst á tørvin at føroyingar duga at smíða føroyska bátin. Men hvar er tørvurin á læra seg at smíða ferjur? Hvar er tørvurin á at sniðgeva? Hvar er tørvurin á at skipa alt tað sum hevur við elektronkikk, samskiftið og navigatión? Hvar er tørvurin á at síggja frameftir og visionera um bátasmíð til onnur lond?
Um Løgtingið avgjørdi at byggja nýggja ferju til Nólsoyarleiðina, so hevði Ternan verið eykaskip. Um Ternan lá á Vestmanna, so var helst bert talan um ein tíma frá tí at Teistin fekk trupulleikar til Ternan traðkaði til.
Tí eru einastu ráð: Byggið nýggja ferju til farleiðina um Nólsoyarfjørð, so eru trupulleikar loystir og vón er fyri framman - longu í des. 2012!