Hvørgin átti sigurin uppibornan

Lítið skil var á spælinum, men nógvar ónollur og gul kort vóru á skránni, tá NSÍ og GÍ vunnu sær eitt stig í part við Løkin

Fótbóltur

Dramatikkurin seinatu løtuna í dystnum var annars øgiligur. NSÍ hevði mest sum allan seinna hálvleik trýst fyri útjavningini, og at enda høvdu teir eisini fingið løn fyri stríðið, men alt tóktist tó vera til fánýtis.
Eftir at dómarin eina ferð hevði veittrað spælið víðari, tá Poul Arni Jacobsen fór um koll í kriminella feltinum, varð blást í floytuna, tá einir 47 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Jens Martin Knudsen hevði tikið í beinið í Krzystof Popczynski, tá hesin fór framvið, og tó at pólverjin ikki fór um koll av hesum, so varð hann somikið nógv órógvaður, at eftirfylgjandni skotroyndin fór bæði upp um og við síðuna av.
Í fráveruni av Súna Olsen, sum hesaferð var leikbannaður, varð pólverski Robert Rzeczycki settur at skjóta, men hóast skotið var bæði hart og væl skotið, so hevði Jens Martin lúrt skjúttan av, og so kundu gøtumenn bara iðra seg um tað, sum kundi verið.

Einføld GÍ-uppskrift
Tí endaði alt við javnleiki, og í veruleikanum var tað nokk heldur ikki serliga óuppiborið.
Talan var frá byrjan um eina hampuliga rótuta uppgerð, har serliga NSÍ hevði ilt við at fáa glið á spælið. Hjá GÍ merktist saknurin í Súna Olsen sjálvandi væl, men hinvegin tóktist konseptið hjá teimum væl greiðari, enn tað gjørdi hjá heimaliðnum. Uttan at søkka ov langt aftur, varð roynt at tippað fyri uppspælinum hjá NSÍ, og so skuldi umstillingin ganga skjótt við bóltum upp til Krzystof á toppinum, har Símun Louis og Hanus Jacobsen so skuldu stuðla frá vengrunum.
Soleiðis vóru í fleiri førum upptrekk til GÍ møguleikar, men fyrsta veruliga stóra møguleikan fekk NSÍ tó. Jónstein Petersen varð feldur, tá hann royndi at draga inn í brotsteigin, og so kundi Brynjálvur Nielsen rigga seg til at skjóta. Skotið var uttarliga til høgru, men har tveitti Marcyn Dawid seg, og so stóð framvegis 0-0 á talvuni.
Brotssparkið kundi kanska broytt munandi um dystin á tann hátt, at hetta kundi noytt gøtumenn longur fram á vøllin, men tað bleiv so av ongum. Ístaðin kundu gestirnir halda fast um sítt konsept, og spakuliga nærkaðust teir eisini onkrum møguleikum.
Opnar kjansir gjørdist talan tó ikki um, men beint undan steðginum fingu teir hol á. Uppskriftin var sera einføld, tá bólturin var sendir út til Jónreid Dalheim í høgru. Inni í brotsteiginum fekk Krzystof tamarhald á, og tá hann rullaði eftur til Símun Louis, langaði hesin til bóltin, sum nakað avrættaðu snýtti Jens Martin í NSÍ-málinum.

Mistu motorin
Og so vóru fortreytirnar hjá GÍ enn betri eftir steðgin. Hóast NSÍ royndi at trýsta, so var ikki líkt til, at hetta skuldi geva úrslit. Heldur var tað GÍ, sum hótti við næsta málinum, tó at upplagdu møguleikarnir vóru fáir.
Ikki minst tóktist Magni Jarnskor vera væl upplagdur á miðvøllinum, har leikluturin fyrst og fremst var at stýra spælinum, tá GÍ fór frameftir. Og ikki minst var hann stinnur í leiklutinum sum bóltvinnari, so leingi kreftirnar eisini rukku til hetta.
Og tað kann ivaleyst eisini setast spurnartekin við útskiftingina av Magna. Kanska var ikki nógv juice eftir í motorinum, men við hesum misti GÍ eisini mannin, sum kundi stýra tí lítla av spæli, sum liðið hevði. Talan gjørdist eftir hetta í nógv størri mun um tilvildarliga bóltar niðaneftir, og so var enn lættari hjá NSÍ at halda fast í trýstinum. Eitt trýst, ið sum fráleið gav alt fleiri vandamikil innlegg, uttan at talan kortini var um tað stóra fótbóltsspælið.
Og sjey minuttir fyri leiklok gav hetta so eisini úrslit. Eitt langt innkast frá Einari Hansen endaði í einum trunka av spælarum, og so gjørdi Ike skjótt av, tá hann brádliga stóð leysur.

Brotsspørkini
Og so var endastøðan í hús, men tað var tó um reppið, at GÍ kortini fór við øllum. Stutt eftir útjavningina mundu tey flestu - uttan dómarin - halda, at GÍ átti brotsspark. Krzystof sendi Poul Arna Jacobsen avstað, men í brotsteiginum kom Óli Hansen skreiðandi. Hann rakti als ikki bóltin, og hevði Poul Arni latið seg dottið alt fyri eitt, hevði brotssparkið helst verið veruleiki. Hann royndi tó at renna eini tvey fet afturat, og tá hann so datt, helt dómarin helst, at talan í ov stóran mun var um sjónleik.
Men tveir minuttir aftan á teir 90 ljóðaði floytan tó. Hetta tá Krzystof dróg fram við einum trimum passivum verjuspælarum. Men ógvuliga symptomatiskt fyri dystin, so brendi Robert altso, og so gjørdist einki. Javnleikur var úrslitið, og tað kundu báðir partar helst liva við. Ikki minst, tí spælið í so lítlan mun hevði borgað fyri nøkrum øðrum.