Hvørgin partur ráð at tapa

Nýggja venjaraparið í HB hevur torføra uppgávu í Gøtu, í einum dysti har nógv stendur upp á spæl hjá báðum pørtum

Tá GÍ og HB bresta saman í Gøtu leygardagin, verður talan um dyst, har hvørgin partur hevur ráð at seta stig til. Landskappingin í ár er tann javnasta í eitt mansminni, og nú farið verður undir sístu seks dystirnar, eru heili seks lið um boðið at gerast føroymeistarið 2002.

Tað hava verið stórar rembingar í HB, síðan seinasta landskappingardyst ímóti B36. Kári Nielsen og Jóannes Jakobsen hava tikið yvir róðrið eftir Ion Geolgau, sum fyri góðari viku síðan varð koyrdur, vegna vantandi úrslit.

Um hvussu nýggja venjaraparið fer at standa seg, fáa vit fyrstu smakkroynd á sunnudagin, tá nýggju venjararnir skulu royna at venda keðiligu gongdini í HB. Havnarmenn hava tapt tríggjar teir seinastu dystirnar. HB er kortini bert eitt stig eftir oddaliði úr NSÍ, og tí er alt framvegis at spæla um hjá havnarfelagnum.

Seinastu fjúrtan dagarnir hava ikki verið líka hendingaríkir í Gøtu, sum í Havn, men GÍ hevur leikt Evropa Cup dyst ímóti Hajduk Split, og niðri í hitanum í Kroatia, gjørdist tað til eitt heiðurligt 3-0 tap. Gøtumenn er tvey stig eftir NSÍ, og um frástøðan ikki skal gerast størri til oddaliðið, so er neyðugt við trimum stigum í Gøtu sunnudagin ímóti HB.

GÍ hevur byrjað seinnnu hálvu eitt sindur misjavnt, tí fyrst taptu skurðarnir fyri NSÍ í Gøtu, og síðan vunnu teir á Skála.

Henning og Áslakkur ikki við
Úr Gøtu verður undan dystinum sagt, at allir mans eru tøkir. Tó verða Henning Jarnskor og Áslakkur Petersen ikki við restina av kappingarárinum, tí báðir eru farnir til Danmarkar. Sámal Joensen var ikki við í landsdystinum ímóti Liktinstein, men kortini vænta gøtumenn, at hann gerst klárur til dystin ímóti HB.

Annars verður at sagt at væl stendur til, og at gøtumenn vænta eina sera spennandi dyst, og at GÍ fer avgjørt eftir øllum trimum stigunum.

? Skulu vit vinna FM í, so er kravið trý stig, tí væntandi vinnur NSÍ ímóti EB/Streymi, og um vit seta stig til sunnudagin, so verður enn torførari at vera við í FM-kappingini, sigur Magni Jarnskor.

Magni greiðir at enda frá, at dystirnir ímillum GÍ og HB altíð eru spennandi, og tað ivast hann ikki i, at soleiðis verður eisini sunnudagin.

Allir tøkir hjá HB
Í HB siga tey, at liðið hevur hvørki leikbann ella skaðar at dragast við undan dystinum í Gøtu. Frá seinasta landskappingardysti ímóti B36, er liðskiparin, Rúni Nolsøe við aftur, og tað styrkir avgjørt um miðvøllin hjá havnarmonnum.

Annar av nýggju venjarurnum, Jóánnes Jakobsen, vónar eisini, at sínir menn hava lagt rumblið í felagnum seinastu vikuna aftur um seg, og liðið fer at fáa eitt gott úrslit í Gøtu. Jóannes væntar sær eisini ein spennandi torføran dyst, har felagsnevnarin er at nógv stendur upp á spæl, og at hvørgin partur hevur ráð at tapa.

Tá Jóannes varð spurdur um hann kundi hugsa sær ein kanska lættari dyst, sum sín dyst í nýggja venjarastarvinum, svarar hann, at hann onki hevur ímóti at møta GÍ í Gøtu, tí tað er ein stór avbjóðing, og at tað als ikki skuldi verið nakar trupulleikar at fingið leikararnar motiveraðar til dystin.