Upptakt
Undan kappingini vóru boðini úr legunum hjá bæði B36 og B68 greið. Tey vildu vera við, har sum tað gongur fyri seg, og sum so hevur eingin parturin mist málið úr eygsjón enn, nú liðini eru nummar tvey og trý á talvuni.
Felags fyri bæði er eisini, at skulu tey halda fast í oddafiskinum úr HB, so eru ikki serliga góð ráð at missa stig sunnudagin. Ringast stendur til hjá vertunum úr Havn, sum longu eru fimm stig aftan fyri oddaliðið. B68 kann kanska betri liva við einum javnleiki, men yvirhøvur tykist talan vera um dyst, har báðir partar ætla sær trý stig.
Fleiri skaðar
Sum úrslitini hava verið higartil í ár, so er tað neyvan nøkur løtt uppgáva hjá nøkrum liði at spæla ímóti B68, og hjá B36 gerst uppgávan ikki lættari av, at teir framvegis hava fleiri skaðar at dragast við.
Tað stendur í øllum førum fast, at Klæmint Matras framvegis ikki er tøkur, og hartil er ivamál um fleiri av hinum leikarunum. Din Sandu er kanska ein upplagdur avloysari á miðvøllinum, men hann er nústaðni byrjaður at venja eftir vøddaskaða, og hóast hann helst verður við í hópinum, er ivasamt um hann verður við frá byrjan. Eisini Bárður Mortansson og Kenneth Jacobsen hava smærri snuddir, men roknað verður við, at teir báðir vera tøkir. Í fjør hevði B36 ein breiðan hóp at taka av, tá skaðar raktu, men hesin er ikki heilt so breiður í ár, og tá leikarar sum Niels Joensen, Áki Mørk og Karl Leonsson framvegis eru skaddir, byrjar at síggja heldur tunt út á beinkinum.
Strævin mánaður
Hjá toftamonnum tykist dyggasti smeiturin vera, at Anders Nygaard neyvan verður førur fyri at spæla hetta vikuskifti. Kanska kundu teir á Toftum gjørt eina roynd at pjøssa hann saman, men við strævnu dystarskránni í juni, er neyvan ráðiligt at taka nakrar kjansir við heilsuni hjá leikarunum. Umframt landskappingardystir skal B68 spæla hálvfinalu í steypakappingini og í øllum førum tveir Intter-Toto dystir, so talan verður at kalla um enskar vikur hetta fram til summarsteðgin.