Fótbóltur
Eitt stig telur ofta lítið í fótbólti. Og tað gjørdi tað hjá bæði 07 Vestur og ÍF í gjár.
Á heimavøllinum í Sørvági skal samanlagda felagið úr Vágum helst hava fult hvørjaferð móti liðunum í miðbólkinum. Og á útivølli móti uppflytarum skulu fuglfirðingar hava trý stig, um teir ikki aftur í ár vilja liggja væl aftanfyri hini oddaliðini.
Lítil ferð
Dysturin var lítið at gleðast um. Liðini – hóast tey ikki ætlaðu tað – vóru sera varin og løgdu lítið fyri í framrættaða spælinum. Undan hvíldini var eingin veruligur málmøguleiki, og tað hevur sína orsøk.
Jens Erik Rasmussen var í gjár einsamallur framherji hjá 07 Vestur. Við sínum frálíka bóltførleika og eyga fyri spælinum átti hann helst at spælt longri afturi á vøllinum. Hann hevði tað trupult millum stóru Viggo Johannesen og Poul Ennigarð, sum mannaðu miðverjuna hjá ÍF. Hann hevði fáar málgevandi avleveringar, og lá ofta rættiliga einsamallur.
41 ára gamli Rasmussen átti tó avgerandi avleveringa, tá heimaliðið legði seg á odda stutt eftir steðgin. Hann spældi Hendrik Rubeksen leysan, og havnarmaðurin var tryggur framman fyri Andras Gango í málinum.
ÍF hevði lítið at bjóða. Dánjal á Lakjuni og Andy Olsen, sum spældu í hvør sínari síðu, høvdu fá gjøgnumbrot, og ov sjáldan var Høgni Zachariasen, sum var framherji, við í spælinum.
Gjøgnumbrotini manglaðu hinvegin ikki hjá Tór-Ingari Akselsen. Jan Ellingsgaard royndi at verja fyri honum, men ofta slapp vágamaðurin til baklinjuna. Tór-Ingar Akselsen var aftur hesaferð millum teir heilt frægu á liðnum hjá 07 Vesturi.
Tvey reyð kort
ÍF javnaði eina løtu eftir, at heimaliðið hevði fingið leiðslumálið. Nenad Saric ivaðist ikki, tá hann gjørdist leysur innan fyri verjuna.
Móti endanum vóru bæði Balasz Sinkó og Jóan Petur á Stongum vístir av vøllinum, men tað ávirkaði ikki leikgongdina stórvegis. Tað var uppiborið, at bæði liðini fingu eitt stig.
Hjálpir lítið
Málsetningurin hjá 07 Vesturi fyri kappingarári er at bjarga sætinum í Vodafonedeildini. Í løtuni eru tað trý stig til bjargingina. Tað vísur seg, at B68, AB og ÍF kunnu fáa fult móti ovaru liðunum, og tí eru tílikir dystir, sum tann í Sørvági í gjár, av stórum týdningi hjá vágamonnum.
ÍF hevur nú ikki tapt í seinastu fýra royndunum. Jón Simonsen og fuglfirðingar eru komnir úr keðiligu byrjanuni, sum setti bein fyri stóru ætlanunum í Fuglafirði. Og eitt stig í Sørvági er als ikki vánaligt. Men dystir móti uppflytarum skulu geva fult hjá oddaliðum – serliga tá liðið longu hevur mist óneyðug stig.