Tað endaði 1-1 í Runavík, har NSÍ í góðveðrinum hevði vitjan av grannunum í Víkingi.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er seks stig aftanfyri toppliðið KÍ og eitt stig aftanfyri HB, sum er næstfremst.
-Vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at vinna í kvøld. Sigur hevði lyft okkum nærri toppinum, men tað eydnaðist ikki. Vit vóru ikki so sannførandi fyrstu løtuna, tá ið vit fingu mál ímóti okkum, men vit fótaðu okkum og javnaðu, tá ið ein hálvur tími var farin. Tað vóru góðir málmøguleikar í báðum endum, men tá ið alt kemur til alt, so var tað á góðari leið, at tað endaði javnt, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum í kvøld var á vøllinum allan dystin á tamb. Undarfarnu ferðirnar hevur hann onkra ferðina verið á beinkinum fyrstu løtuna, og aðrar ferðir er hann farin á vøllinum.
Sunnukvøldið, tá ið Víkingur vann 4-2 í Sørvági, skoraði Andreas Lava Olsen hattrikk í lítla løtu í fyrra hálvleiki. Í kvøld var Lavamaðurin aftur upp á spæl. Hann legði Víking á odda, tá ið eitt korter var farið. Aftur í kvøld vóru tað veteranarnir úr Leirvík, sum ornaðu fyri. Sølvi Vatnhamar átti uppleggið, og Andreas Lava Olsen skoraði.
Hálvur tími var farin, tá ið málsókni miðverjin Oddur Á. Højgaard javnaði til 1-1. Tað var eftir deyðbólt og innlegg, sum Petur Knudsen tók sær av.
Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Oddur Á. Højgaard møguleika at leggja heimaliðið á odda, og fram ímóti dystarenda vóru bæði Klæmint A. Olsen og
Dómari: Jacob Trenskow í góðari støðu, uttan at tað eydnaðist at skora.
Hjá Víkingi var Andreas Lava Olsen eitt stórt korter undan leikloki í góðari støðu. Hann varð skiftur út, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Martin Klein Joensen loysti av, og í evstu løtu var tað heilt tætt við, at hann syrgdi fyri, at øll stigini fóru inn um Eiðið.
NSÍ - Víkingur 1-1 (1-1)
0-1: Andreas Lava Olsen
1-1: Oddur Á. Højgaard
Dómari: Eiler Rasmussen