TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Andrass-synirnar báðar, Klæmint A. Olsen hjá NSÍ og Páll A. Klettskarð hjá KÍ aftaná dystin millum NSÍ og KÍ, sum endaði við javnleiki 2-2. Báðir vóru á blettinum og skoraðu fyri síni lið í kvøld.
Teir halda, at liðini áttu hvør sín hálvleik, og teir eru samdir um ikki at verða nøgdir við eitt stig.
Klæmint heldur, at tað er ov soltin úrtøka á heimavølli, og Páll heldur, at KÍ hevur mist ov nógvar sigrar ímóti dystarenda í kappingini higartil.