Hvør-Visjón 2009?

Landsins leiðsla vil eftir øllum at døma heldur stýra eftir meginregluni ”gita heldur enn vita”, og eru boðini til ambitiøsan ungdóm ”Hvat við at tit flyta?”

Á heysti 2005 setti ABC-samgongan 150 alment lønt fólk í gongd við verkætlanina Visjón 2015. Ein ambitiøs verkætlan at gera Føroyar eitt av heimsins fremstu samfeløgum í ár 2015. Eftir tvey ára arbeiði komu hesi klóku fólk til eitt úrslit, og nógv bleiv gjørt burtur úr, tá hetta bleiv lagt fram á torgum, prenti og á alnetinum. Eftir eina vakra inngang eru fyrstu orðini í Visjónini:

“Góðar útbúgvingar á øllum stigum tryggja føroyingum møguleikan fyri lívslanga læring. Tað er grundvøllurin undir okkara arbeiðsmarknaði og kappingarføri – og tískil okkara búskapi.”

 

Løgtingið hevur sett í bakgear

Ein skuldi trúð, at tá tað aftur er sama samgongan, sum bílegði Visjóns-arbeiðið, sum stýrir í dag - “Visjóns-løgmaðurin” umsitur enntá fíggjarmál – fór útbúgving veruliga at blíva uppraðfest í hesum døgum. Men hvat hendir? Best umtókta útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum, Søgu- og Samfelagsdeildin, verður fyribils løgd lamin.

Eftir greiðu niðurstøðuna í Visjón 2015 og eitt fleiri ára langt kjak - og aðrar dýrt goldnar almennar kanningar - um skeivt kyn- og aldursbýti, har aftur er staðfest, at hægri útbúgvingar er ein høvuðsorsøk til fráflytingina, er ikki vilji til at halda lív í eini deild, sum vit megnaðu at fáa upp at koyra undir kreppuni í 1990’unum.

Føroyar flyta seg ikki frameftir; vit standa ikki í stað; løgtingið hevur sett í bakgear.

 

Lyftini tit hava givið okkum

Við einum ungum nýstovnaðum Miðnámsflokki í valdystinum minnast vit øll, hvussu somu fólk, sum í dag stýra, kappaðust at geva gylt lyftir um útbúgving í valdystinum.

Fyrsta samgongan, ið bleiv skipað eftir valið, CHE-samgongan, hevði eisini hesa orðing í samgonguskjalinum:

“Skal føroyska samfelagið mennast, fráflytingin steðgast og búskapurin vaksa, er neyðugt at raðfesta útbúgving heilt frá fólkaskúla fram til universitet.[..] Neyðug játtan verður givin til at seta í verk útbúgvingartilboð, sum eru klár at seta í verk á Fróðskaparsetri Føroya”.

Tá ABC tók yvir, tók hon yvir gyltu lyftini:

“Grundstøðið undir einum væl virkandi samfelag er ein góð útbúgvingarskipan, og tí verður alstórur dentur lagdur á útbúgving frá barnagarði til hægri lestur. Menningin av Fróðskaparsetri Føroya heldur fram, soleiðis at setrið fær betri hølis-, undirvísingar- og granskingarumstøður og fleiri útbúgvingartilboð”.

Hetta eru lyftini, sitandi løgtingslimir hava givið okkum og restini av Føroya fólki, og sum teir, eftir øllum at døma uttan at skammast, bróta í dag.

 

Hvørji eru vit

Vit eru 28 fulltíðarlesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini, sum hava lisið har seinastu trý árini, og sum í summar fáa BA-prógv. Harafturat eru 7 staklesandi. Hesi árini hava verið góð og lærurík, men fyri fleiri okkara hevur tað tó lagt seg eitt myrkt skýggj yvir dagin vit hava sæð fram til hesi trý árini. Fleiri okkara høvdu hugsað sær at fingið vegleiðing í einari Master-útbúgving eftir summarfrítíðina. Men tann møguleikin er nú tikin frá okkum, og harvið er møguleikin at fáa eitt fast starv eisini munandi skerdur.

Øll vit, sum verða BA í summar, eru dømi um, at Søgu- og Samfelagsdeildin heldur ung fólk í landinum. Frá Setursskrivstovuni vita vit, at stórur áhugi er millum ein nýggjan bólk av ungum at sleppa inn á deildina. Saman vit teimum av okkum, sum kundu hugsað sær at fingið vegleiðing í at blíva Master, tosa vit um eini 50 ung fólk. Men verður politikkurin, ið samgongan ætlar at fremja, veruleiki, muga hesi leita sær av landinum.

6 av okkum eru úr Norðoyggjum, 5 úr Eysturoynni, 3 úr Suðuroynni, 2 úr Vágoynni, 3 úr Norðurstreymoynni og 16 úr Suðurstreymoynni. Fyri okkum, ið hava tikið eina útbúgving, meðan vit hava búð í útjaðaranum, er tað sera ørkymlandi at hoyra politikarar gera hetta til eitt mál um útjaðara móti miðstaði. Fyri okkum hevur tað ikki verið ómøguligt at ferðast til miðstaðin til frálæru, vit hava trivist væl, og týdningarmiklast av øllum so eru vit livandi dømi um, at Søgu- og Samfelagsdeildin gevur ungum í útjaðaranum møguleika at taka eina hægri útbúgving.

18 okkara eru konufólk, og eru vit sostatt eisini dømi um, at Søgu- og Samfelagsdeildin er eitt amboð móti skeiva kynsbýtinum í Føroyum.

14 okkara hava børn. Fyri okkum hevur tað verið ótrúligt at hava møguleikan at taka eina hægri útbúgving í Føroyum. Vit eru prógv um, at Søgu og Samfelagsdeildin er ein møguleiki hjá mammum og pápum at fáa eina hægri útbúgving, meðan børnini eru í tí kæra heimliga umhvørvinum.

 

Skula vit vita ella gita?

Hartil kemur, at talan er um einasta lærda háskúlan í heiminum, ið granskar føroyska søgu og samfelag. Ongin annar ger tað fyri okkum. Sum Javnaðarflokkurin, sum í dag umsitur fíggjar- og útbúgvingarmál, so vakurt sigur tað á síni heimasíðu:

“Í løtuni er alt ov lítil grundleggjandi vísindaligur kunnleiki um samfelagið. Tí er mangan trupult at taka politiskar avgerðir bygdar á vitan. Hetta skal broytast við víðfevndari samfelagsgransking.”

Ella sum sloganið hjá løgmanni so væl ljóðar: “Vit skula vita, ikki gita.”

Sambært landsins leiðslu sjálvari er Søgu- og Samfelagsdeildin sostatt ein fyritreyt fyri væl riknum politikki í Føroyum.

 

20 ára arbeiði og 50 ungdómar onki verdir

Hóast allar hesar dygdir hevur samgongan tó lagt Søgu- og Samfelagsdeildina fyribils lamna. Fyri okkum, ið hava børn, makar, hús - ella bara heilt einfalt trívast í Føroyum, er hetta at kalla ein sorgarleikur.

Orsøkin til hesa syrgiligu støðu er, at árliga játtanin røkkur ikki til, tí politiski myndugleikin í fleiri ár hevur boðað Setrinum frá, at Setrið skal bjóða fleiri útbúgvingar út. At fyrireika hesar útbúgvingar hevur sjálvsagt kostað, og er tað gjørt út frá lyftum um størri játtan. Men enn eina ferð bróta politikararnir síni lyfti, og er syrgiligi sannleikin, at tað er orsakað av ov stórum framtíðarætlanum, at vit eru endað 20 ár aftur í fortíðini.

Støðan kundi verið bjargað, um Setrið fekk eina eykajáttan. Men frá samgonguni eru boðini, at ongin eykajáttan skal gevast. Fyri ikki nógv meir pening enn prísin á einum flottum bili hevði veruleikin verið ein heilt annar. Men nei, fyri hesa upphæddina í 2009 er vert er leggja eina 20 ára langa verkætlan lamna og biðja hálvthundrað ungdómar, sum helst vilja taka eina útbúgving í Føroyum, fara av landinum.

Vit spyrja – og hesir spurningar eru vendir til allar floksformenninar í samgonguni: Hvør er visjónin í 2009? Kenna tit tykkum als ikki bundnar av teimum lyftum, tit hava givið okkum og restini av Føroya fólki?

 

RAÐFESTIÐ ÚTBÙGVING!