Bólkur A
Frakland hevur sýnt seg sum sterkasta landið seinastu fýra árini. Eingin ivi um tað. Sum verjandi heims- og europameistarar hava teir vunnið seg ovast á styrkislistanum hjá FIFA, og hóast teir beint fyri HM sera óvæntað máttu lúta fyri Belgia á heimavølli, so er neyvan nakar ivi um, at meistararnir fara at vinna seg víðari í kappingini.
Tað er tó eitt bakkast fyri Frakland, at teir í øllum førum mugu vera Zidane fyri uttan til fyrsta dystin, og møguliga í øllum teimum trimum fyrstu dystunum. Hinvegin kann eisini hugsast, at hetta verður ein fyrimunur. HM er ein long og strævin kapping, har stórar byrður verða lagdar á leikararnar. Vinnur Frakland seg víðari, og Zidane tá er púrasta frískur, kann tað væl gerast ein fyrimunur, at hava ein feskan leikara í heimsflokki, tá stjørnurnar hjá kappingarneytunum kanska fara at møðast. Og so skal heldur ikki gloymast, at sjálvt uttan Zidane hevur Frakland eitt lið í heimsflokki.
Vandamiklir outsidarar
Kappingin um at gerast tvey?ari í bólkinum, tykist hinvegin sera hørð. Bæði Uruguay og Danmark hava áður sýnt, at tey væl eru før fyri at standa seg í slíkum kappingum, men outsidararnir úr Senegal eiga sanniliga eisini at takast í álvara.
Hóast liðið ikki telur tær heilt stóru stjørnurnar, so er talan um leikarar, sum ofta hava roynt seg á altjóða pallinum. Eitt nú við fronskum liðum, har størsti parturin av leikarunum dagliga hava sítt yrki.
Minnini úr Mexico
Grannar okkara úr Danmark hava undir leiðslu av Morten Olsen ment seg heilt nógv. At teir vunnu sín undankappingarbólk framman fyri eitt Kekkia má eisini metast sum eitt lítið bragd, og sigur hetta ikki so lítið um styrkina, sum danska liðið hevur í løtuni. Hóast fráverur av ymsum slag hava verið undir fyrireikingunum, so verður mett, at allir leikarar hjá dønum verða tøkir til HM, og so eigur ikki at gloymast, at tær báðar ferðirnar, sum Danmark hevur tikið lut í HM, hevur liðið spælt seg víðari úr bólkaspælinum.
Fyrru ferðina, danir tóku lut í HM var í 1986, tá kappingin fór fram í Mexico. Neyvan er nakar danskur ella føroyskur hyggjari, sum hevur gloymt hetta, og í Uruguay er tað so í øllum førum ikki gloymt. Tað varð nevnliga mett sum landaskomm, tá danir við millum øðrum júst verndi venjaraparinum á odda vundu burtur úr tvífaldu heimsmeistarunum. 6-1 gjørdist úrslitið ta ferðina, og umframt stríðið um at koma víðari í kappingini, fer júst dysturin móti dønum at vera tann kanska týdningarmesti hjá verandi landsliðnum úr Uruguay.
Tað kann tó hava avgerandi týdning fyri Uruguay, hvussu væl stjørnurnar á liðnum eru fyri. Hin størsta av hesum er uttan iva Alvaro Recoba, men hann dregist við skaða í knænum, og sigst vera sera ivasamur til fyrsta dystin í kappingini.
Dystirnir:
31.05Frakland-Senegal
01.06Uruguay-Danmark
06.06Danmark-Senegal
06.06Frakland-Uruguay
11.06Danmark-Frakland
11.06Senegal-Uruguay