Hvør verður stjóri á Dimmu?

Dimmalætting skal seljast í sein­asta lagi mánadagin, sig­ur Líggjas í Bø, sum um­boð­ar tey, sum eiga blaðið.

Enn eru tað bara Norð­lýs­ið og Vága­port­al­ur­in, sum al­ment hava boðað frá, at tey eru sinn­að at keypa blaðið. Tað ljóð­aði, at fyrrverandi spar­ikass­a­stjór­in í Klaksvík eis­ini var á­hugaður, men hetta av­­sannar Eyð­finn Reyð­berg blankt.

Vit bíða í spenn­ingi til mándagin. Spurn­ing­urin er so, um Ól­av­ur í Beiti verð­ur á­byrgd­ar­blað­­stjóri og John Will­i­am Joensen tí­ð­ind­a­leið­ari ­- ella um tað verð­ur øvugt.