Hvør velur, um mamma skal arbeiða úti ella heima?

Elin Henriksen, leiðari á Barnagarðinum á Velbastað

 

At fólk sjálv velja so nógv sum gjørligt viðvíkjandi sínum egnu lívskorum er eitt nútíðar krav. Men ikki tykist, sum allir føroyskir politikkarar hava skilt hetta. Enn eru dømi um, at teir við lóggeving velja fyri fólk. Geva enntá ymsum samfelagsbólkum ymsar valmøguleikar. Tað tykist mær lítið demokratiskt.

Eitt, sum undrar meg, er, at stuðul til barnaansing bert verður latin teimum, sum hava børn í dagstovni ella dagrøkt. Lat okkum taka eitt dømi, sum vit nevna familjuna Hansen. Hon hevur valt at hava børn síni á stovni; eitt barn í barnagarði og eitt í vøggustovu. Almenni stuðulin til familjuna Hansen er einar 80.000 kr. um árið fyri barnaansing. Hitt dømið nevna vit familjuna Joensen. Har eru eisini 2 børn; og hon hevur valt, at mamman er heima hjá børnunum. Tað fáa tey ikki eitt oyra í almennum studningi fyri.

Men nú er so ein nýggj lóg komin. Nú kann familjan Joensen fáa stuðul til, at mamman er heima, men har eru tvær treytir, sum skulu verða uppfyltar: 1) Harra og frú Joensen eru gift. 2) Harra Joensen hevur eina høga inntøku.

At vera heima hjá børnunum er framvegis eingin valmøguleiki hjá einsamøllum uppihaldarum og fólki við lágari inntøku. Heldur ikki er at fara aftur til arbeiðis nakar valmøguleiki hjá teimum, sum einki pláss fáa á dagstovni, hóast tey gjalda sama skatt sum tey, ið fáa pláss.

Vit kunnu eisini royna at síggja tað frá sjónarmiðinum hjá barninum. Vit kunnu hugsa okkum eitt bræv, sum landsins lóggevarar senda hvørjum nýføðingi:

?Vælkomið, lítla barn. Tú hevur gjørt tað rætta; tú hevur latið teg føða av foreldrum, sum eru gift. Pápi tín hevur eina høga inntøku, og tí hava vit avgjørt at geva honum ein stóran skattalætta, um so er, at mamma tín velur at vera heima hjá tær. Um mamma tín trívist betur við at fara aftur til arbeiðis, og tú fert á dagstovn, so má pápi tín gjalda fullan skatt.?

Ella:

?Vælkomið, lítla barn. Tú hevur gjørt ein verri brølara, tá ið tú valdi familju. Foreldur tíni eru ikki gift; og um tey funnu uppá at giftast, so hjálpti tað teimum einki. Tí pápi tín er undir útbúgving, og mamma tín forvinnur ikki so mikið, at hon kann koyra 140.000 av sínari inntøku yvir á hansara. Tú fært onga gleði av nøkrum skattalætta.?

Tað sigst, at hesin skattalættin til høgt løntar, giftar menn kostar einar 30 mill. kr. Um meiningin var at geva øllum landsins borgarum somu viðferð og somu valmøguleikar, so kundi væl borið til at býtt hesa upphædd øðrvísi. T.d. kundi hon verið býtt javnt millum øll nýfødd børn, og tey kundu tá øll fingið hesa heilsan:

?Vælkomið, lítla barn. Tú sleppur at vera heima hjá foreldrum tínum tað fyrsta hálva árið; tað tryggjar barnsburðargrunnurin. Og nú fara vit at leggja eina skattafría upphædd omaná, sum ger, at tú kanst vera heima, til tú verður 1 ár. Og ber tað ikki til, so hava vit pláss á dagstovni.?

Hendan heilsanin hevði ikki kostað meira enn tær omanfyri. Men inntil hon verður veruleiki, skjóti eg upp, at einsamallir uppihaldarar, sum ikki hava nakran mann at flyta toppin av inntøku síni yvir á, sleppa at lata barnið / børnini verða skattað av helvtini í staðin.