Hvat hevði hent á sjómansskúlanum, um tú ikki stóð royndina, ja so fekk tú ikki prógvið. Sjálvsagt er tað harmuligt fyri tann, sum hevur havt ambisjónir um at gerast skipari.
Sjálvur hevði eg ein spurning í løgtinginum til løgmann. Helt ikki at tað tænti nøkrum at fara at gjalda 1 ella 2 mió til kanningina, eg helt heldur at fólkini skuldu koyrast upp til nevndu roynd.
Hvat segði løgmaður.
Jú, segði løgmaður, vit skulu gjalda nakað fyri sannleikan, sum um eg ikki hevði hug til at fáa sannleikanum fram.
Samstundis vaskaði hann hendur og segði víðari, eg sá helst at 33 atkvøddu fyri at reisa ákæru.
Høgni Hoydal skein sum ein sól, nú løgmaður bað hann vera ein av teimum 33, sum skuldu døma í hesum nevninga-tingi løgmans. Høgni helst so smílandi fyri at hann vildi gjarna hjálpa samgonguni at »læsa upp fyri hesum máli«.
Hví setur løgmaður ikki sjálvur tað í verk, sum skal gerast, hann tosar um hansara tíð sum løgmaður.
Tað er ikki talan um persónin Kaj Leo Johannesen, men um løgmansembætið.
Hvat ger landsstýrið
Vit høvdu ein landsverkfrøðing, sum bleiv so ella so ábyrgdaður fyri Hovsskúla, jú hann fekk 14 mánaða uppsagnartíð, also 9 mánaðir eyka kanska 55.000,00 kr. pr. mánað, knappa hálva mió í premiu. Hetta er skattgjaldarans pengingur sum verður brúktur.
Hvussu hongur hetta saman, eg spyrji, vit hava ikki pening so tey gomlu kunnu fáa nøktandi hjálp. Men at gjalda fyri kanningar, sum skattgjaldarin skal gjalda, tað er í lagið.
Úrslitið av kanningunum kenna við sjálvi, ein slutur fyri ein slatur, sum kostar nógvan pening.
Nei koyrið tey, sum hava fingið prógv av órøttum, upp til eksamiu, so er tað gjørt.
Nei løgmaður ikki vaskað hendur og kasta frá tær til tjóveldi at spæla sær við, men vís løgmansembatinum tað tygn hon eigur, avgerðin liggur hjá tær.
Nei eg hoyri einki annað í samgonguni at vit mugu spara, so lati okkum gera tað.
Jú løgmaður latið okkum gjalda fyri sannleikan, til dømis hvussu tey gomlu hava tað, ella hvussu barnafamiljurnar hava tað, flakafólkini hava tað, útróðrarmenn og ein partur av okkara sjófólki, tað kundi eisini verið rættvíst.
Um skopari verður avkoyrdur ella onnur, sum ikki megna uppgávuna, ja so er ongin premia.
Men tað fínara slagið, tá skal gjaldast og ongantíð ov nógv eftir uppsagnir.