Hóast eingin leikari er meir enn 15 ár, er leikurin óvanliga væl spældur. Børn og barnsligar sálir kunnu gleða seg til sera gott undirhald frá fyrstu løtu.
Soleiðis segði ein ummælari um nýggja leikin Hvør vann í dag? hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag.
Í kríggj móti fastrini
Nú verður so aftur høvi at síggja stuttliga og lívliga barna- og familjuleikin. Í fyrsta umfari verður leikurin sýndur í Eydnuni á Oyrabakka komandi sunnudag, og seinni verður farið út á skúlar og barnagarðar í Sunda Kommunu við leikinum.
Hvør vann í dag? snýr seg í stuttum um gentuna Káru, sum skal ansast av stangu fastir síni, tá foreldrini fara at ferðast. Fastirin er av tí gamla slagnum og gongur og júkar Káru at rudda kamarið, vaskar sær hendurnar og fara í song í seinasta lagi klokkan sjey. Nú eru góð ráð dýr hjá Káru. Tíbetur eigur hon eina bamsu, eina dukku og eina uglu, sum hon fær at hjálpa sær at gera fastrini fortreð, og so verður krígg. Men tá avtornar er kanska als ikki so lætt at vita, hvør nú vann ...
Leikurin verður sýndur í Eydnuni á Oyrabakka sunnudagin 21. mei kl. 18.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á telefon 22 68 70.