Heðin Mortensen
býráðslimur, sambandsvalevni til Tórshavnar býráð
At so summi hava hug at taka patent upp á hetta evni, er stórt spell, tí neyvan hevur nakar í bý-ráðnum svikið, samstundis sum øll valevni tykjast vilja nakað á hesum øki.
Næstan ein fimtingur av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fer til barnaansing, ið er størsta einstaka treytin fyri trivnað og liviligum korum hjá ungu barnafamiljunum í kommununi.
Sjálvandi eigur barnaansingin ikki at taka nakað frá øðrum í kommununi, ið eisini hava brúk fyri teimum tænastum, ein og hvør framkomin kommuna eigur at veita.
Vit mugu ikki gloyma tey eldru og teirra tørv, eins og skúlaøkið eisini má fylgja við, so hvørt sum vit alla tíðina gerast fleiri í høvuðsstaðnum. Bara fyri at nevna nøkur øki, ið eisini mugu dagførast alla tíðina.
Viðvíkjandi barnaansingini er nógv meira hent tey seinnu árini, enn ført verður fram, og eisini eru rættiliga greiðar framtíðarætlanir á borðinum, ið skulu tryggja, at framgongd framhaldandi verður á hesum øki.
Eitt nú eru fleiri nýggjar kommunalar útstykkingar á veg, og har eru stovnarnir til barnaansingina raðfestir so frammarlaga, at fyrsta hús í hesum útstykkingum er júst ein slíkur stovnur.
Tað vil siga, at tørvurin á hesum øki longu er nøktaður, tá tey fyrstu húskini kunnu flyta í nýggju hús síni!
Ungu barnafamiljurnar eru sera týðandi partur av borgarunum í høvuðsstaðnum, og tí eiga vit sjálvandi at taka hædd fyri tí tørvi, hesar familjur hava, so óttin fyri vantandi ansingarplássum ikki skal oyðileggja gerandisdagin.
Hetta verður longu gjørt, og tað fer eisini í framtíðini at verða gjørt í uppaftur størri mun, tí viljin sær jú ikki út til at tróta.
Eingin býráðslimur kann einsamallur loysa ella taka sær æruna av at loysa stóra ansingartrupulleikan, men mín partur skal ið hvussu er ikki liggja eftir ? heldur ikki í framtíðini!
Fyri at fáa meira at vita um útstykkingarætlanina í Hoyvíkshaganum, vitjið heimasíðuni www.hemorten.com