Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava saman við málmansvenjaranum, Mogens Krogh, eina stóran spurning, sum teir skulu svara upp á áðrenn dystin í kvøld. Hvør skal standa í mál?
Jákup Mikkelsen hevur í dag fingið staðfest, at hann er tann elsti málmaðurin, sum hevur spælt ein FIFA skrásettan landsdyst, tá hann sum 42 ár og ein dag gamal byrjaði dystin móti Íslandi.
Gunnar Nielsen hevur verið skaddur í hálvtannað ár, men spældi sínar fyrstu minuttir móti Íslandi, tá hann kom inn til seinna hálvleik. Gunnar hevur umframt tað eisini verið á venjingarlegu við Manchester City í Eysturríki.
Lars Olsen vildi einki siga til venjingina í gjár, men váttaði at hann var blivin klókari upp á støðuna.
«Eg eri blivin klókari, men eg fái ikki hjálpt tykkum meiri enn tað. Tit mugu bíða til í morgin, segði Lars Olsen í samrøðu við Rás2 í gjár.
Spurningurin er so um tað verður Jákup Mikkelsen ella Gunnar Nielsen, sum stendur í føroyska málinum í kvøld.
Hilmar Jan Hansen tók hesa myndina á gistingarhúsinum hjá lansliðnum í gjár. Hóast teir báðir síggja álvarsligir út, so varð myndin tikið í skemti.
Mynd: (Hilmar Jan Hansen) Jákup Mikkelsen(t.v) og Gunnar Nielsen(t.h)