Hvør steinur skal vendast í Eik-málinum

Nú fáa landsstýrið og føroyingar vónandi fult innlit í, hví Eik-samtakið fór á húsagang, hvørt avvarðandi myndugleikar og partar hava røkt sínar skyldur, og um óreglusemi er farið fram í málinum um Eik-banka. Tað boðar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, frá í morgun.

Hann sigur í tíðindaskrivi, at kanningarnar eru byrjaðar. Eftirlit við fíggjarstovnum er danskt málsøki, og tí hava danskir myndugleikar ábyrgdina av at kanna, hvat gekk galið í Eik-bankasamtakinum, so greiða fæst á, hvat fór fram, og hvørt endurgjaldskrav kann reisast móti leiðsluni og nevndini í Eik.

Finansiel Stabiltet stendur fyri kanningunum, og føroyskir myndugleikar tóku undir við kanningini, tá Løgtingið samtykti bankapakkarnar.

Eftirlit við vinnurekandi grunnum er føroyskt málsøki. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur tikið stig til at kanna, hvussu og hvørt Skráseting Føroya hevur røkt sína eftirlitsuppgávu í Eik-málinum.

Tá steinarnir eru vendir, ætlar landsstýrið at taka neyðug stig sambært galdandi lóggávu, boðar løgmaður frá.