Hvør stýrir heiminum?

Hugsanin um eina nærum guddómliga serstøðu í heiminum stingur djúpt í amerikanskari mentan. Men við søguliga høgari skuld, methøgum arbeiðsloysi og viknandi støðu í heimsbúskapinum stendur ímyndin hjá heimsins einastu supermakt av álvara sína roynd. Hóast tað lova forsetavalevnini bæði at endurreisa amerikanska stórleikan í heiminum.

Sitandi amerikanski forsetin hevur ført ein meiri samstarvssøkjandi politikk í altjóða viðurskiftum enn undangongumaður hansara George W. Bush, ið gjørdist kendur fyri sítt aggressiva solospæl á heimspallinum. Men sambært republikanska valevninum Mitt Romney hevur politikkurin hjá Barack Obama sett USA í vanda – um USA ikki leiðir heimin, skulu vit vænta okkum at onkur annar kemur ístaðin, ljóðar republikanski retorikkurin.


Mitt Romney hevur tí undir valstríðnum tekna eina mynd av sær sjálvum sum ein sterkari leiðari enn sitandi forsetin. USA skal brúka meiri pening til hernaðarmegi og vera meiri støðufast yvirfyri sínum fíggindum, er boðskapurin frá honum, nú tað av álvara styttist til forsetavalið. Og í retorikkinum hjá Mitt Romney, eins og hjá mongum undanfarnum amerikonskum politikarum, hómast religiøsir undirtónar – hugtøk sum t.d. lagna og skylda verða brúkt til at lýsa amerikonsku serstøðuna í heiminum. Bert USA er ført fyri tryggja frið og frælsi í heiminum, er moralurin.


Her spælir Mitt Romney upp á væl kendar tangentar, tí ein nógv brúktur ideologiskur tráður ígjøgnum amerikonsku søguna hevur verið, at USA, eins og gamla Ísrael í halgu bók, hevur eina serstaka guddómliga uppgávu í heiminum. Barack Obama hevur svara aftur við at vísa á, at eisini hann stendur fyri einum stórslignum USA, sum skal leiða heimin. Men hesum máli skal USA røkka við øktum diplomati og øðrum enn bert hernaðarligum íløgum.


Óttin fyri víðgongda Bush leistinum er gott grundarlag hjá Barack Obama fyri at promovera hógv og samstarv í hernaðarmálum, eins og hann gjørdi, tá Muhammar Gadaffi í Libya skuldi setast frá. Men hvørki Barack Obama ella Mitt Romney ivast í amerikonsku serstøðuni - eisini í 21. øld.


Paranoid supermakt?

USA er framvegis máttmiklasta hernaðarmegi í heiminum og hevur hernaðarligar miðstøðir kring allan heim. Onkur meting sigur heili 1000 hernaðarmiðstøðir uttanfyri USA. Kritiskar røddir spyrja, um hetta ikki er ein fullkomiliga misskilt trygdarstrategi, tá vit hava í huga, at núverandi terrorhóttanin er av heilt øðrum slag enn upprunin til hesa heimsumfatandi hernaðarligu nærveru – kalda kríggið? Harnæst ber til at spyrja, hvaðani trongdin eftir at vera nummar eitt í heiminum kemur? Svarið frá Mitt Romney í seinasta kjakinum við Barack Obama var einfalt: You never know. Hóttanir amerikanarar einki kenna til í dag, kunnu skjótt gerast viðkomandi. Ótti og trygdarkensla eru, sum vant, stórir partar av hernaðarvisiónini.


USA er tí nógvu seinnu árini ofta samanborið við gomlu hjálandaveldini, sum eitt nútímans imperium við einari fatan av sær sjálvum sum eitt slag av heimsløgreglu – ið skal tryggja frið og frælsi í øllum heiminum - og sum hernaðarliga tilskilar sær rætt til at leggja seg út í viðurskiftini í øðrum sjálvstøðugum londum, tá tað gerst neyðugt. Aloftast er ímyndin av einum imperium negativ, men summi hava eisini roynt at sæð eina positiva visión í hesum seramerikanska leikluti við at vísa á, at onkur hóast alt skal vera heimsløgregla, tá ST ikki megnar sína uppgávu. Men hvussu er stætt við amerikonsku heimsmaktini?


Viknandi imperium

Analytikarar eru á einum máli um, at amerikanski leikluturin er broyttur eftir fáum árum. Búskaparkreppa, risaskuld, methøgt arbeiðsloysi og kappingin við Kina gera sína greiðu ávirkan. Men júst hvat hetta merkir fast eingin semja um. Pessimistiskar røddir rógva frammundir, at USA hevur sæð endan á sínum stórleika í heiminum, meðan onnur eru meiri hóvlig: USA fer framvegis at leiða, men ikki einsamalt.


Harvard professarin í altjóða politikki Stephen M. Walt førdi í einari sending á sjónvarpsrásini Al Jazeera fram, at leikluturin hjá USA verður heilt øðrvísi um 20 ár, enn hann er i dag. Men valdsviknanin verður, sambært honum, javnviga í mun til teir ovurhondsstóru trupuleikar, heimurin sum heild stendur fyri – búskaparkreppu, alheimsupphiting osfv. Við øðrum orðum fer støðan hjá øðrum stórveldum eisini at vikna.


Hinvegin stendur greitt, at USA framvegis hevur størsta búskap í heiminum og ger nógv størri íløgur í gransking og menning enn nakað annað land í heiminum. Hetta er helst ein partur av frágreiðingini uppá, hví t.d. Google og Facebook eru ment júst í amerikanska universitetsumhvørvinum, tað seinna á Harvard. Partur av visiónini hjá teimum báðum uppstillaðu til forsetavalið eru tí júst áhaldandi íløgur av hesum slagnum. Áður ráddi um at hava hernaðarmakt, nú er innovatión avgerandi fyri valdsstøðuna í heimsbúskapinum.


Eygleiðarar visa á, at sonevnd ”soft power” - bleytt vald – uttan iva eisini verður avgerandi fyri, hvørt USA megnar at endurvinna sín stórleika ella ikki. Talan er um eina valdsfatan, har ”atdráttarmegi” eisini verður mett sum eitt slag av makt. Talan er um eitt slag av uppgerð við gomlu hernaðarligu valdsfatanina. Dømi um ”soft power” eru amerikonsk brands – Coca Cola, Google, Apple – sum framvegis teljast millum mest eftirspurdu í heiminum, umframt allar klassisku Hollywood blockbustararnar og globalu amerikonsku miðlarnar. Eitt annað dømi um amerikanska atdráttarmegi í 21. øld er, at USA framvegis dregir nógv flest altjóða lesandi til sín í mun til onnur lond.


Talan er um ein milliardaídnað, sum vindur uppá seg. Altjóða lesandi verða drigin hagar fyri at uppliva amerikanska dreymin á fremstu røð, men eru samstundis við til at tryggja kappingarføri hjá USA í heimsbúskapinum við at menna vitan og gransking á hægsta stigi í USA. Við øðrum orðum ræður um hjá USA at tryggja sær, at restin av heiminum framvegis stuðlar amerikanskari mentan og virðum av sínum eintingum.


Einaferð imperium, altíð imperium?

Hópin av akademiskum analysum eru gjørdar fyri at royna at skilja drívmegina handan amerikanskan uttanríkispolitikk. Tær mest kritisku rógva frammundir, at hóast USA nýtir stór orð og ideologiskar rættvísgerðingar í sínum uttanríkispolitikki, er realpolitikkur altíð veruliga kjarnan aftanfyri - hóast hon kann vera væl goymd. Sambært Michael Parenti, USA skeptikara og rithøvunda at bókini ”The Face of Imperialism”, ber til at vísa á eina reyða linju í øllum amerikonskum uttanríkispolitiskum atgerðum – gerst eitt land ein hóttan fyri amerikonsk seráhugamál, er hetta nøktandi orsøk fyri atgerðum. Tað verið seg búskaparligum ella hernaðarligum.


Irak kríggið er, sambært honum, fremsta dømi, tí at hóast landið í veruleikanum ikki var nøkur hernaðarhóttan og hevði stóran áhuga fyri at samstarva við amerikanska marknaðin, var landið ávegis at gerast valdsmikið í regiónini og setti amerikonsk áhugamál í vanda. Sambært Michael Parenti er politisk realisma einfalda frágreiðingin uppá, hví USA er so selektivt við sínum inntrivum í onnur lond.


Men eygleiðarar vísa á, at vit ikki skulu vænta nakrar stórvegis hernaðarligar verkætlanir á altjóða pallinum frá amerikanskari síðu komandi árini. Búskaparstøðan og misnøgdi amerikanski veljarin tarna øllum amerikonskum stórlætisprojektum uttanlands. Og tónin frá forsetavalevninum gevur eisini ábendingar um sonvenda ”nation building at home” komandi árini.


Og hóast Mitt Romney og Barack Obama royna at selja hvør sína uttanríkispolitisku visión, stendur greitt, at nógvir líkskapir eru. Eitt nú tykjast báðir stuðla nýtstluni av sonevndum drones – ómannaðum bumbuflogførum, ið hava elvt til stóran sivilan skaða við nógvum atfinningum frá heimssamfelagnum. Men sum frá amerikanskari síðu, eru ein roynd at transformera hernaðarvirksemið og tryggja hernaðarliga kappingarførið.