Í hesum døgum, har fíggjarligu brotasjógvarnir bróta yvir okkara bankakervi, so kunnu spurningar setast við bankaleiðslur so at siga allastaðni. Eisini í Føroyum.
Óivað eru nógvar orsøkir til verandi trupulleikar uttanfyri tað, sum nevnd og stjórn í einum føroyskum banka kunnu hava ávirkan á. Tó síggja vit, at danska Fíggjareftirlitið setir spurnartekin við leiðsluna í ávísum donskum bankum og sparikassum. M.a. verður sagt, at tað er umráðandi, at peningastovnar fáa professionellar nevndir. Hetta má merkja, at tað eru nevndir í bankum og sparikassum í danska ríkinum, sum, heldur enn at verða professionellar partafelagsnevndir, bera dám av at vera frítíðarfelagsnevndir, har limir verða valdir eftir øðrum kriterium enn fakligum kunnleika og royndum.
Hvussu er statt við tí her hjá okkum? Eik hevur júst lagt fram eitt sera vánaligt úrslit fyri 2008. Gamaní er partur av orsøkini ein heimskreppa, men ikki skerst burtur, at sitandi nevndin í Eik er tann nevndin, sum hevur mist mest pengar nakrantíð. Tí var væntandi, at onkur avleiðing varð tikin av hesum t.d. við at broyta nevndarsamanseting og kanska eisini stødd av nevnd. Men so var ikki.
Hetta er ikki álitisvekjandi í einari tíð, har alment álit á bankar og bankaleiðslur frammanundan er so sum so.
Um nevndin í Eik ikki heldur, at avleiðingar eiga at takast í hesum tíðum, so kemur tann stundin ongantíð. Tí er tað kanska uppá sítt pláss, at Fíggjareftirlitið hyggir at nevndini í Eik og hennara samanseting.
Fyrrverandi stjórin í Føroya Banka Jørn Astrup Hansen tosaði einaferð um harraleysu kassarnar í Føroyum, uttan at nevna nøkur ávís feløg. Tað er kanska ikki rætt av okkum at flokka Eik í henda bólk, men ikki kann sigast, at nevndin í Eik í løtuni ger nógv fyri at sleppa Eik undan at verða flokkað sum ein harraleysur kassi.
Tað er eisini óheppið, at sami formaður situr fyri nevndini í Eik og fyri nevndina í Eik grunninum. Hetta gevur, rætt ella ikki, ein varhuga av, at grunnsins áhugamál verða sett í aðru røð.
Ikki er vist, at ein fullkomin útskifting ella ein fullkomin kollveltan av nevnd og leiðslu í Eik er svarið, men einki at gera, er ikki vegurin fram. Marknaðurin finnur seg ikki í tí. Tað váttar partabrævavirðið á Eik.
Vónandi taka partaeigarar og nevnd í Eik sær um reiggj, so sleppast kann undan varhugan av, at talan veruliga er um ein harraleysan kassa.