Jenis av Rana
?????????
.....viðmerking til Jógvan í Løðuni, í sambandi við lesarabræv í Dimmalætting leygardagin.
Týsmorgun, fyri skjótt 14 døgum síðani, ringdi útvarpsjournalistur og spurdi meg um hetta at kunna draga frá í skatti gávur, ið verða latnar til góðgerðandi endamál. Eftir vanligum føroyskum fólkasiði svaraði eg beinleiðis spurningum hansara, prátið okkara millum metti eg vera positivt og sera skilagott, og nógvar viðmerkingar síðani hava eisini bent á tað.
Til leygardagin, tá kemur Jógvan í Løðuni brádliga við einari minni vakrari viðmerking í Dimmalætting, har hann skuldsetur Miðflokkin fyri at fremja atkvøðuspekulatión.
Eg varð uppringdur, spurdur og svaraði. At maður ókravdur fer í bløðini við órættvísum álopi, sigur nokk meira um hvør spekulerar.