Hvør skonkir í hvønn?

Fyrireikararnir av Summar Festivalinum


Í tíðindasendingini hjá Útvarpinum hóskvøldið var eitt innslag um ólógliga skeinking til almenn tiltøk í Føroyum. Aktuell mál hava havt við sær kjak um ólógliga skeinking, og Útvarpið hevur sum ein av týdningarmestu fjølmiðlum í landinum fylgt málinum. Men partur av innslagnum hjá Leif Láadal, tíðindamanni, var villleiðandi og skeivur.
Í innslagnum var millum annað sagt, at »á Summar Festivalinum í Klaksvík var størsta uttandura barr her um okkara leiðir uppstillað« og »vit tosa um útskeinking - og væl at merkja ólógliga útskeinking«.
Vit vilja við hesum gera púra greitt, at tað var eingin almenn ella ólóglig skeinking á Summar Festivalinum 2005. Festivalurin hevði eitt sera gott samstarv við løgregluna og myndugleikar, og tað var ikki selt sterkt á festivalinum. Tí ber út-varpsmaðurin ósannindi um ein festival, sum hevði útvið 8.000 vitjandi í øllum aldri og var eitt framúr væl eydnað og stak friðarligt tiltak.
Summar Festivalurin er ein familjufestivalur, har ung sum gomul, børn sum vaksin skulu kenna seg væl, og tískil er tað ósmakligt at leggja festivalin undir at hava »størstu uttandura barr her um okkara leiðir« og at siga, at »ólóglig skeinking« fór fram á festivalinum er sera óheppið fyri festivalin.
Summar Festivalurin tekur flest hugsandi atlit til trygd og trivnað á festivalinum og í lokalsamfelagnum, og tískil vilja vit als ikki góðtaka, at festivalurin verður lagdur undir at fremja lógarbrot.
Vit halda tí at tað er rímiligt, at skeivu tíðindi beinanvegin verða rættað, og at Summar Festivalurin fær eina umbering.