Hvør skapar veruleikan?

Høgni Hoydal




Størsta forðingin fyri politiskum framstigum og semjum í Føroyum, eru teir óteljandi fordómarnir, mýturnar og uppáhaldini um politiska grundarlagið hjá flokkunum um fólkaræðið í Føroyum og um rættindi okkara sum tjóð


Hvussu stórur partur av politiska orðaskiftinum og viðgerðini av týdningarmiklu málunum fyri tjóðina fer til at koyra flokkar og politikarar í fordómsfullar básar og mála eina falska mynd av meiningunum hjá mótstøðupartinum, heldur enn at viðgera málið og grundgeva fyri egnum visjónum og ætlanum? Ja, man tað ikki vera omanfyri 90%?

Heldur enn at viðgera, hvørji mál vit seta, hvørji virði vit byggja á og hvussu vit vilja røkka málunum, so verða í staðin bara framhildin uppáhald um ein sonevndan "veruleika" og um motivini hjá øðrum, sum vísa seg onki hald at hava, um vit tora at hyggja sakliga at teimum og lyfta tey fram í ljósið.

Bert seinastu vikuna, skal eg taka trý dømi fram, sum vísa, hvussu týdningarmikil mál verða skrykt av øllum sakligum lunnum, og ístaðin verða druknað í fordómum og sjálvskaptum "veruleikum" - ið onki hava við veruleikan at gera.

1. Edmund Joensen sigur tjóðveldisfólk gera "danan til fanan"
Herfyri avdúkaði Sjónvarpið, at ein avtala varð skrivað undir millum Mentamálaráðið og danska undirvísingarmálaráðið í 2007 um krøv til miðnámsskúlaútbúgvingarnar í Føroyum. Í hesi avtalu verður kravt, at allir miðnámsskúlanæmingar í Føroyum skulu hava lærugreinina danskt á A-stigi. Hetta merkir, at danskt ikki skal vera bara eitt málsligt fak, men skal vera sjálvt amboðsfakið til aðrar lærugreinir eisini. Tað stendur í avtaluni, at dentur skal leggjast á danskt til tess at styrkja ta mentanarligu samanrenningina millum Føroyar og Danmark. Og tað stendur somuleiðis, at danskar upgávur skulu nýtast í teimum "kompetensugevandi" lærugreinunum sum í enskum, fysikk, kemi og støddfrøði. Í avtaluni stendur, at fortreytin fyri, at føroyskir næmingar sleppa inn á hægri lærustovnar í Danmark, er, at hetta verður framt.

Hetta er sjálvandi eitt risastórt afturstig fyri allan føroyskan skúlaskap og fyri alt tað, sum so mong fólk hava stríðst fyri í Føroyum. Nevniliga, at vit kunnu nema okkum lærdóm á øllum økjum gjøgnum føroyskt og at vit menna føroyskt sum eitt javnsett mál millum onnur. Og at okkara skúlaskipan skal metast í dygd eftir innihaldinum - og ikki eftir, um tey týdningarmiklu fakini eru lærd gjøgnum danskt. Talan er sostatt í hesi avtalu um, at føroyskt og føroyskir næmingar verða mett sum undirskipað og ikki javnbjóðis øðrum málum og øðrum norðurlendskum lesandi. Uppaftur meira diskriminerandi er hetta, tá vit hava í huga, at føroyskir næmingar sjálvsagt duga væl danskt sum mál og hava havt tað upp gjøgnum allan fólkaskúlan - í mun til aðrar norðurlendingar.

Tískil mótmælti eg sjálvsagt hesi avtalu, kravdi hana broytta og vísti á, at hetta neyvan kundi vera ætlanin hjá donskum myndugleikum, men helst var eitt úrslit av undirbrotligheit og vantandi politiskum málum hjá teimum føroysku politikarum, ið høvdu góðkent avtaluna.

Hvar fór so politiska orðaskiftið? Jú, fram trein Edmund Joensen og legði meg og øll tjóðveldsfólk undir at siga "danin er fanin", og at vit ikki vilja, at føroyingar skulu duga danskt (!). So var spjaldur sett á, og Edmund Joensen slapp frá at fyrihalda seg til málið yvirhøvur, ella at siga okkum, hvat hann ynskir fyri føroyskan skúlaskap og rættindi hjá føroyskum næmingum úti í heimi.

Sostatt ein sera spennandi variasjón yvir hugtakið fíggindamyndir: Edmund Joensen teknar eina fíggindamynd av Tjóðveldinum við at leggja Tjóðveldið undir at hava fíggindamyndir av dønum. Hetta hóast ongi tjóðveldisfólk nakrantíð hava havt nakað ímóti Danmark ella hava brúkt hugtøk sum "danin er fanin". ´

c. Hon hevur bert stríðst fyri, at vit verða javnsett millum onnur.

Útbúgvingaravtalan og lesarabrævið hjá Edmundi Joensen byggja hinvegin á eina óhugnaliga trongskygda nationalismu, har danskt verður sett sum nakað fakliga og mentanarliga dygdarbetri enn føroyskt og sum fortreytin fyri at koma út í heim. Tað man vera hetta, sum er tann veruliga "misskilta nationalisman", ið Edmund Joensen javnan skrivar um.

2. Brot á rættargangslógina í sambandi við setan av politiinspektøri
Sambært rættargangslógini fyri Føroyar skal Føroya Landsstýri hoyrast, tá størv verða sett í løgregluni í Føroyum. Seinasta árið er øll løgreglan í Føroyum umkalfatrað, sýslumansstørvini hava mist allan sín týdning og nýggir leiðarar eru settir. Men landsstýrið er als ikki hoyrt í málinum og føroyskir myndugleikar hava onga ávirkan havt.

Um eitt Løgmálaráð (sum í hesum føri tað danska) og ein fúti, sum skulu tryggja at landsins lógir verða hildnar, sjálvi bróta rættargangslógina - ið er høvuðsamboðið til at skapa rættartrygd - so er talan um eitt sera álvarsamt mál.

Kortini fór orðaskiftið í tinginum, tá málið av røttum varð reist, beinanveg í fordómarnar. Fleiri tingfólk vildu vera við, at hetta var bara reist, tí Tjóðveldinum ikki dámar danir.

Og so bar ikki til at viðgera prinsippiella brotið á rættargangslógini ella spurningin um, hvat fólkaræði er í Føroyum, um eitt embætisverk kann fremja alt hetta uttanum føroyskar myndugleikar.

Men hetta var jú bara "veruleikin, sum vit mugu liva við", segði onkur eisini. Ja, veruleikan skapa vit sjálv, og góðtaka vit øll brot á rættindi og fólkaræðisligar grundreglur, so verður tað at enda veruleikin, sum ongin setur spurning til.

3. Uppskotið til føroyska grundlóg og álopini á tað
Eftir at vit hava stríðst í 11 ár fyri tí, er nú uppskot lagt á ting um føroyska grundlóg, sum skal leggjast til fólkaatkvøðu. Fyri fyrstu ferð fær altso Føroya fólk høvi at áseta síni egnu rættindi sum tjóð, síni grundleggjandi mannarættindi og skyldur, avmarkingar og eftirlit við valdinum í landinum, krøv um rættartrygd, mannagongdir fyri samráðingum við onnur lond o.s.fr.

Men tær røddir, sum hava tagt, tá vunnin rættindi og rættartrygd verða sett til viks í eini røð av málum, koma nú við ógvusligum álopum fram á torg. At Føroya fólk sjálvt ásetur síni rættindi, verður gjørt til eitt álop á rættartrygdina í Føroyum (!) av bæði Edmundi Joensen, fleiri løgfrøðingum og viðmerkjarum og einum framtraðkandi advokati sum Christiani Andreasen.

Christian Andreasen førir fram, at bóklingur skal hava verðið sendur í hvørt hús, har m.a. skal hava staðið, at "festirættindi eru andstyggilig" - og hann ger síðani gjøldur við fullveldislandsstýrinum og leggur uppskotið undir at vera "provokasjón".

Tað er gleðiligt, at Christian Andreasen vil traðka fram í orðaskiftinum, men tess meiri harmiligt, at hann byggir sínar niðurstøður á ósannindi, mýtur og fordómar.

Tildømis kundi hann lagt fram, hvar tað stendur í nøkrum bóklingi, at "festirættindi eru andstyggilig". Og hann kundi sagt okkum, hvar tann mýtan kemur frá, at Føroya fólk ikki hevur rætt at samtykkja egna grundlóg og áseta síni egnu rættindi. Hann kundi greitt almenninginum frá, hvussu norðmenn kundu samtykkja egna grundlóg í 1814 og seinni skipaðu seg sum sjálvstøðugan stat við støði í rættindum og mannagongdum í somu grundlóg. Hann kundi greitt frá, um tað er í stríð við ásetingarnar hjå ST um, at einhvør tjóð hevur rætt at skipa sínu egnu viðurskifti.

Og hann kundi eisini sagt okkum, nær Føroya fólk við eini demokratiskari avgerð hevur valt at leggja seg undir donsku grundlógina ella frásiga sær rættindi sum tjóð. Og hví vit ikki á ein siviliseraðan hátt kunnu samtykkja okkara egnu rættarstøðu og fólkaræðisligu mannagongdir í okkara grundlóg - og síðani samráðast við Danmark út frá javnbjóðis treytum um, hvussu statsrættarligu viðurskiftini skulu skipast.

Er tað fólkaræði og rættartrygd, at danskir myndugleikar skulu siga okkum, hvørji rættindi vit hava? Er tað fólkaræði og rættartrygd at liva undir eini skipan, sum fólkið ikki sjálvt hevur valt? Er tað fólkaræði, at ein nevnd í danska fólkatinginum og danski forsætisráðharrin nú skulu gera av, hvat føroyska tjóðin kann og ikki kann, soleiðis sum Edmund Joensen og løgmaður mæla til?

Og hvat sannleiksvirði hava nú øll tey føgru orðini um "javnbjóðis partar" og "felagsskap", tá tað bert er annar parturin, ið setir allar treytirnar og sigur, hvat hin parturin kann og ikki kann?

Eisini hevði verið áhugavert um Christian Andreasen, ið nú er formaður í Fótbóltssambandinum, hevði viljað hugleitt um, hvørt Føroyar í dag høvdu tikið lut í altjóða fótbólti, um hansara sjónarmið vórðu fylgd um, at vit hava ikki rætt at broyta okkara veruleika og tær juridisku tulkingarnar hjá teimum, ið hava tikið sær valdið at gera spælireglurnar.

Margháttligt er tað at uppliva, at tá fordómarnir, mýturnar og teir uppfunnu "veruleikarnir", verða avdúkaðir og bjóðaðir av, so verður brúkt ein ófatilig orka til at rópa teir uppaftur at standa. Tað er jú so nógv lættari at stýra eftir fordómum og spjaldrum, heldur enn eftir grundgevingum, visjónum og politiskum málum.





(sitat)

Føroyska sjálvstýrissørslan hevur ongantíð verið vend ímóti nøkrum ella hevur sagt, at vit eru betri enn onnur mál og mentanir