Hvør skal hava 50.000 eyka um mánaðin?

Nógv valevni hava bara eittans endamál: Tey vilja hava pengar

Sjúrður Skaale
???????????

8. februar verða einir 30.000 føroyingar riknir av húsi at velja. Teir fáa at vita, at teir skulu velja hugsjónir og politiskar ætlanir.
Men tað er ikki so. Tey flestu, sum stilla upp, ætla sær einki at gera á fólkatingi. Tað verður púra greitt, tá vit hyggja at avrikunum hjá teimum síðani 1998. ABC-flokkarnir hava næstan einki gjørt. Tey vantandi avrikini hjá Lisbeth, Óla og Jóannes tala fyri seg.
Tað, nógv í veruleikanum siga, tá tey tosa um hugsjónir og ætlanir, er hetta: Vel meg, so eg fái 50.000 krónur um mánaðin ? umframt ta løn, eg longu fái. Tí tey flestu hava jú longu bæði eitt og tvey størv frammanundan.
Tosið hjá hesum fólkum um hugsjónir og ætlanir, er tað reina bluff. Bluff, sum skal lokka fólk frá húsum at velja.
Hugsa um tað. Lat ikki ABC-flokkarnar bluffa teg. Hygg at, hvør hevur avrikað nakað. Nýt atkvøðuna, so hon munar.
Og vel ein, sum arbeiðir.