Í kvøld skulu býráðslimirnir í Havn taka støðu til um kommunan skal átaka sær at rinda kommunala útreiðslupartin í sambandi við, at trý børn úr Havn eru farin í skúla á Velbastað. Hetta er íkomið, tí hesi trý børnini ikki sluppu sum annars væntað í fyrsta flokk á Venjingarskúlan. Ístaðin fyri at lata børnini fara í kommunuskúlan valdu foreldrini at koyra børnini til Velbastaðar í skúla.
Málið hevur verið fyri í skúlaráðnum fyri tveimum mánaðum síðani og ein meiriluti í ráðnum mælir frá, at kommunan rindar útreiðslupartin, tí pláss er á skúlunum í kommununi. Ein minniluti í ráðnum mælir til, at kommunan rindar helvtina av útreiðslupartinum. Í hesum skúlaárinum eru tríggir 1. flokkar í Kommunuskúlanum við 13, 15 og 16 næmingum í hvørjum flokki - og í Eysturskúlanum eru tríggir 1. flokkar við 18, 19 og 19 næmingum í hvørjum flokki.
Ein meirluti í mentamálanevndini tekur undir við meirlutatilráðingini hjá skúlaráðnum. Ein minniluti Klæmint Olsen vísir til skúlasamstarvið, ið longu er millum kommunurnar. Hann mælir til, at næmingar úr Tórshavnar kommunu, sum ganga í Velbastaðar skúla verða mótroknaðir í teimum næmingum úr Kirkjubøar Sóknar kommunu, sum ganga í skúla í Havn, soleiðis at foreldrini sleppa frá at gjalda.
Málið verður avgreitt á býráðsfundi í kvøld.