Kári á Rógvi
Hvør smíðar lógir?
Í fyrstu atløgu kann hesin spuringurin tykjast óneyðugur. Svarið er so upplagt. Tann góðvarni borgarin heldur, at tað altíð er løgtingið, sum smíðar lógirnar, tí tað er jú til lóggávuvaldið, at veljarin skal velja umboð 30. apríl. Men soleiðis er tað ikki altíð, og verri enn so.
Løgtingið samtykkir tinglógir. Men smiðirnir eru vanliga nevndir, samansettar av seráhugamálum og serfyrisiting, tvs. teimum felagskapum og teimum fyrisitarum, ið hava serligan áhuga í júst teirri lógini. Harafturat kemur, at landstýrismenninir kunnu gera sera víðfevndar lógir, sum verða kallaðar kunngerðir. Hesar binda borgaran akkurát tað sama, sum tinglógirnar gera.
Eitt dømi um eina lóg, sum løgtingsmenninir ikki hava gjørt, er navnalógin. Broytta uppskotið, sum varð samtykt síðsta tingdagin, er eitt dømi um, hvussu tey, ið halda seg eiga lógina, reagera, tá fólksins kosnu umboð taka søkina í sínar hendur og snikka lógina til, sum tey vilja hava, at hon skal vera.
Navnavaldið
Navnalógin er ein lobbylóg framum aðrar lógir í Føroyum. Jóhan Henrik W. Poulsen gav í 1989 út bókina Fólkanøvn ? Málnevndarrit 1. Í bókini var uppskot til navnalóg og ein navnalisti við nøvnum, sum Jóhan Hendrikki líkaði, t.d. Ormhild, men ikki eitt nú Jóhannus. Talan var um eina sera víðgongda málsliga reinskan. Navnalógin og navnalistin gjørdust ? eitt sindur broytt ? lóg í landinum trý ár seinni.
Styrkin hjá mállobbyini sæst best av, at bæði landstýrismaðurin og vanliga fyrisitingin mistu sínar vanligu heimildir at gera kunngerð og taka avgerð. Ístaðin gjørdist ein navnanevnd við fólki úr mállobbyini útinnandi valdið á økinum.
Viðgerðin av hesi lógini er eitt gott dømi um, hvussu lógir verða samtyktar. Tingmenn í samgongu samtykkja vanliga alt, sum landsstýrið ber í tingið.
Soleiðis var tað eisini við navnalógini. Tí hava vit í tíggju ár verið í teirri støðu, at Oluf, Leif og Christina hava verið forboðin nøvn. Kanska uttan at tey, sum í løgtinginum hava samtykt lógina, kortini í roynd og veru hava tikið undir við hesum.
Ónøgdin og avleiðingarnar
Sera stór ónøgd hevur verið við navnalógina og navnanevndina. Sjálvur havi eg í útvarpssending víst á, at lógin helst er brot á europeiska sáttmálan um mannarættindi, og í stríði við framsøgufrælsið og markregluna (proportionalitesprinsippið). Lógin tekur frá fólki eitt sera gamalt og virt frælsi ? at geva børnum nøvn. At navngeva er sera siðbundið og viðbrekið. Serliga tá talan er um smámunir í stavingini, sum t. d. Andrias ella Andreas og Christian ella Kristjan, ger tað hvørki frá ella til fyri føroyska málið, um tað verður loyvt at brúka verandi vanligu formarnar ella at uppkalla stavrætt.
Ónøgdin førdi í mars 2001 til, at Lisbeth L. Petersen legði fram uppskot til samtyktar um at fáa broytingar í lógini um fólkanøvn. Í viðmerkingunum fanst Lisbeth at, at lógin var sera stirvin, eisini søknaðist hon eftir broytingum, ið skuldu føra við sær, at onnur fyrilit enn bert tey málfrøðiligu skuldu havast í huga. Tingið samtykti hetta uppskotið við 14 atkvøðunum fyri og 13 ímóti. Tað var tððiligt, at eisini fólk í samgongu, serliga Jógvan á Lakjuni og Rúna Sivertsen, við samtyktini vildu vísa á ynskið um eina innihaldsliga broyting viðvíkjandi góðkendum fornøvnum.
At tingfólk samtykkja eitt uppskot um, at landstðrið skal gera eitt uppskot um at broyta eina lóg, ið tingið sjálvt hevur samtykt, er í sjálvum sær tekin um, hvar valdið liggur í skipan okkara.
Gamalt vín á nýggja fløsku
Ivaleyst sum ein avleiðing av løgtingssamtyktini legði landsstýrismaðurin í lógarmálum, Høgni Hoydal, á heysti í 2001 ella eitt hálvt ár, eftir at løgtingið hevði gjørt sína samtykt, uppskot fram um løgtingslóg um fólkanøvn. Uppskotið er bygt á eitt sera drúgvt álit frá eini nevnd ? samansettari av seráhugamálum og serfyrisiting. Hóast eina røð av tekniskum broytingum er kjarnan tann sama, sum hon var í galdandi lógini, sum tingið hevði heitt á landsstýrismannin um at koma við broytingum til. Dámar málfrøðingunum betri ein stavihátt enn annan, so er einhvør annar vanligur ella hevdbundin staviháttur forboðin. Uppskotið letst vera ein nýskipan, men umboðar í veruleikanum neyvt sama politikk, sum hevur verið førdur seinastu tíggju árini. Tingsamtyktin várið fyri var harvið ikki fylgd.
Vit búgva í einum landi, har øll kunnu møta tingmonnum ella landstýrismonnum á Vaglinum og fáa sær eitt prát við tey. Alíkavæl er viðgerðin á tingi ein tann mest afturlatna í verðini. Fleiri av tingmonnunum hava verið í Nebraska og sæð, hvussu tingnevndirnar har skipa almennar hoyringar um øll lógaruppskot.
Nú havi eg gjørt mínar fakligu og persónligu viðmerkingar til navnalógina í útvarpinum. Onkur tingmaður bað um at fáa meg í rættarnevndina at kjakast um hesar spurningar, men tað bar ikki til. Vit máttu í staðin standa í vetrarkuldanum á Vaglinum, um tingmenn høvdu hug at tosa við meg sum sakkønan.
Verri var, at tey, ið mistu rættin at nýta vanlig ella uppkallað nøvn, ikki sluppu til orðanna. Navnanevndin hevur skrivliga boðað tinginum frá, at ?Ágangurin á navnanevndina var øgiligur, ikki bert frá foreldrum, men eisini frá teimum, sum skuldu kallast upp.? Í sjálvum sær er tað margháttligt, at ein almenn fyrisiting lýsir ónøgd hjá borgarunum sum ?ágang?. Løgnari, at ikki eitt einasta mál, eitt einasta skjal ella eitt einasta foreldur slapp framat undir tingviðgerðini at umboða henda ?ágang?.
Broyting og afturtøka
Men, hóast tingfólk ikki hava tær bestu umstøðurnar, gjørdi Løgtingið í hesum málinum ikki ongar skreytir. Meirilutin, ið var fyri uppskotinum til samtyktar á sinni, vaks og gjørdi semju um nakrar broytingar í lógini. Meirilutin í rættarnevndini, allir flokkar uttan tjóðveldisflokkurin, mælti í áliti sínum til nakrar broytingar, millum annað at loyva uppkalling og leggja dent á upplýsing heldur enn forboð.
Nú skuldi borgarin aftur hildið, at lógin var greið at samtykkja. Men so var ikki. Landstðrismaðurin í lógarmálum boðaði frá, at hann tók uppskotið aftur. Eftir tingskipanini kann uppskotstillarin taka uppskotið aftur, tá hann vil. Tá tað aloftast eru landstýrismenn, ið leggja fram lógaruppskot, hava teir sostatt eitt ?afturtøkuveto?.
Mangir eru tó leikir í longum talvi. Tingmenn høvdu lúrt landstýrismannin av og lagt fram nýtt uppskot um fólkanøvn við slíkum broytingum, sum teimum dámdi. Hetta uppskotið varð samtykt, men ikki fyrr enn tingið hevði gjørt av at víkja frá freistunum og umboðini hjá tjóðveldisflokkinum sera treyðugt lótu sær lynda at halda nevndarfund í einum steðgi síðsta tingdag ? hini hóttu við at kalla tingið saman aftur, eftir at val var útskrivað, fingu tey ikki nevndarfund síðsta tingdagin.
Løgmansveto
Eftir at lógin var samtykt boðaði landstýrismaðurin frá, at hann mælti løgmanni frá at staðfesta lógina. Staðfesting er ein løgin partur av stjórnarskipan okkara. Áðrenn vit fóru undir kong var ongin regla um staðfesting. Men undir kongsvaldinum tók kongur sær rætt at staðfesta lógir, ið tingini samtyktu. Mótsatt bar tað til at lata vera við at staðfesta, harvið hevði kongur ein vetorætt. Henda skipanin er varðveitt í heimastýrislógini, løgtingið kann samtykkja tilmæli um ríkislógir, sum ríkisstjórnin og fólkatingið kunnu velja ikki at lurta eftir. Innlendis í Føroyum var vetorætturin tó avtikin við stýrisskipanarlógini í 1948; eftir henni hevði løgmaður skyldu at staðfesta og kunngera tinglógirnar. Men, vit fingu vetorættin av nýggjum við yngru stýrisskipanarlógini í 1994. Í henni fekk løgmaður eftir danskari fyrimynd 30 dagar at umráða seg í, hvørt hann vil staðfesta.
Spurningurin er nú, um vit í Føroyum skulu halda somu leið sum USA, har forsetin og guvernørarnir hava vetorætt og brúka hann sum eitt loyvt og virt politiskt amboð. Ella um vit skulu halda fast við søguliga uppruna okkara og siðvenjuna síðani 1948. Ein og hvør kann hava sína støðu, báðar skipanir eru møguligar. Men, skal løgmaður, ella skulu landstýrismenninir, hava ein vetorætt, so má hesin vera tann sami á øllum økjum, ikki bert innan navnamál. Áheitanin frá Høgna Hoydal hevði tí havt sera víðfevndar fylgjur, varð hon fylgd.
Ómøgulig at halda
Tað helst løgnasta av øllum í hesum máli er, at formaðurin í navnanevndini, Anfinnur Johansen, sigur lógina at vera brot í líkaregluna og annars vera ómøguliga at halda.
Tann fyrra ákoyringin er heilt upplagt skeiv. At geva fólki, ið hava serligt tilknýti til eina stavseting, rætt at brúka eitt navn, sum onnur ikki sleppa at brúka, er sjálv kjarnin í líkaregluni og grundregluni um at meta hvørt mál sær. Talan er um at viðgera tað líka líka og tað ólíka ólíka. Navnið Ormar kann verða tikið av navnalistanum sum óheppið, ella navnið Annie verða skýrt at vera í stríði við føroykst mál. Men hóast tað, so skulu vit, ið hava serligt tilknðti til hesi nøvn ? og harvið eru ólík teimum, ið ikki hava serligt tilknýti ? sleppa at brúka tey.
Seinna ákoyringin, at tað skal vera ógjørligt at meta um, hvør kann ?uppkalla eftir fólki í ættini?, er eisini skeiv. Tað er minst líka lætt at meta um fólk eru í ætt sum at meta, um eitt navn er ?í samljóði við føroyskar málreglur?. Tá nevnanevndin hevur megnað at gjørt av, at Paula skal vera á navnalistanum, men ikki Paul, og at Andreas er verri enn Andrias, so klárar nevndin eisini at meta um, hvørt fólk er í ætt og í siðvenju seta mark fyri, hvussu nær ella fjart fólk skulu vera í ætt fyri at sleppa at kalla upp.
Navnanevndin hevur enntá á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni eina frágreiðing um, at summir hvørsfalsformar av mansnøvnum hava vunnið hevd. Nevndin hevur harvið víst førleika sín at finna, meta og nðta hevdvunnar stavimátar. Velur navnanevndin ein ov strangan praksis, so fara umboðsmaðurin og dómstólarnir at seta hana uppá pláss. Nakað annað er, at tað er løgið, at tingið ikki sjálvt valdi at gera markið á í lógini, ella lata vanligu lógkønu fyrisitingina umsita lógina, tí navnanevndin fer heilt vist at vera meiri avmarkandi í síni siðvenju, enn meirlutin á tingi ynskir.
Stjórn og land
Navnamálið á tingi lýsir sera væl fleiri tættir í stjórnarskipan okkara. Tað mest óhepna í málinum er, at mongu partarnir í málinum ikki duga at lyfta ítøkiligu ynskjum sínum upp á hægri stig. Til dømis, at Høgni Hoydal ikki sigur, um hann heldur, at løgmaður skal hava og brúka ein vetorætt í øllum málum. Ella, at tingmenn ikki heldur velja at brúka tíðarskeiðið frá mai til september at fyrireika tinglógir, heldur enn at gera alt í síðstu løtu fram ímóti síðsta tingdegi á vári.
Fyri okkum á tinghelluni verður tað í øllum førum spennandi at fylgja við kjakinum.










