Í morgin, mikudagin, 23. februar, frá klokkan 15-18, bjóðar Starvsmannafelagið til móttøku í felagshúsinum í sambandi við, at felagið í morgin hevur 50 ár á baki. Starvsmannafelagið er størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum og søgan hjá felagnum endurspeglar á mangan hátt nýggjaru søgu føroyinga.
- Okkara land telist ímillum fremstu vælferðarsamfeløg í heiminum og tað er ikki minst føroysku fakfelagsrørsluni fyri at takka, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í felagnum.
- Handan hvønn einasta sigur liggur tógvið stríð, samráðingar, samstarv og tíverri eisini lemjandi verkføll, leggur hon afturat.
Men tað hevur altíð verið við tí fyri eygað at tryggja rættin hjá einstaklinginum til eitt virðiligt og sunt arbeiðslív.
Forkvinnan sigur, at hóast nógvir sigrar eru vunnir, er nógv eftir at stríðast fyri.
- Menningin í føroyska samfelagnum og í almennu umsitingini hevur verið stór hesi fimmti árini, felagið hevur virkað. Nútíðin krevur, at vit alla tíðina laga og fyrireika okkum til framtíðar avbjóðingar, har kappingin við umheimin herðist í hvørjum.
- Her eiga vit sjálvsagt ikki at gloyma siðbundnu stríðsøkini løn og arbeiðstíð, men vit skulu eisini virka fyri trygd og trivnaði, støðugari førleikamenning og smidligari lønarskipanum.
Sum árini eru liðin, eru alsamt fleiri feløg og áhugabólkar komin upp í Starvsmannafelagið og tí er Starvsmannafelagið í dag meiri at kalla eitt fakfelagssamtak enn eitt vanligt fakfelag.
- Hjá okkum er ongin ivi um, at margfeldið og støddin er okkara styrki. Hetta er eisini í samsvari við andan í nýggja fakfelagssamstarvinum, sum vit fegnast um og vænta okkum nógv av, sigur Selma Ellingsgaard.