Arbeiðstíð hjá fólkaskúlalærarum
Sáttmálin millum Føroya Lærarafelag
og Fíggjarmálastýrið
Í sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið er ásett, at føroyski lærarin skal undirvísa 27 tímar um vikuna. Hvør undirvísingartímin er 45 minuttir, so talan er í klokkutímum um 20 tímar og eitt korter um vikuna. Arbeiðstíðin hjá lærarum er, sum hjá flestu alment settu, 40 tímar um vikuna. Lærarar hava frítíð eftir løgtingslóg um frítíð, t.e. 5 vikur um árið. Aftur at tí eru samanlagt umleið 2 vikur við halgidøgum og mishalgidøgum um árið.
Lærarin stendur við pultin í 198 dagar um árið, t.e. í 39,6 vikur. Partur av teimum 27 undirvísingartímunum verða brúktir til niðurskurð fyri rætting, leiðslu o.a. Eftir bóklinginum »Ráðlegging Fólkaskúlans«, sum Undirvísingar- og mentamálastýrið gav út í 1999, vóru tímarnir, sum givnir vórðu skúlunum fyri skúlaárið 1998/1999, 16.052 í tali. Av teimum stóðu lærararnir 13.028 við pultin. Verða veruligu tímarnir við pultin roknaðir um til klokkutímar, er talan um 651tímar fyri hvønn fullsettan lærara.
Arbeiðstíðin hjá læraranum er skipað soleiðis:
Árstímar2.080[52x40]
Frítíð200[5x40]
Halgidagar o.a.80[2x40]
Arbeiðstímar1.800[2080-200-80]
Tímar við pultin651[27x39,6x(13.028/
16.052)x(45/60)]
Eftir til fyrireiking,
rætting, fundir o.a.1.149[1800-651]
Í teimum 651 tímunum við pultin eru eisini teir dagar roknaðir við, har próvtøkur eru og har undirvísingin annars er løgd um. Veruliga talið er sostatt eitt sindur lægri.
Arbeiðstíðin hjá fólkaskúlalærarum
í øðrum londum
Stórur partur av tí peningi, sum brúktur verður til skúlaverk í ymsum londum, verður brúktur til lønir hjá lærarum. Í tí sambandi eru uppgerðir gjørdar yvir, hvussu nógvar tímar, lærari stendur við pultin. Fyri øll tølini geldur, at bara tímarnir, lærarin stendur við pultin, eru taldir við.
1.?6. flokk7.?10. flokk
Háland1000954
USA958964
Frankaríki923660
Ný Sæland788869
Týskland760712
Føroyar651651
Danmark644644
Svøríki624576
Føroyar *)602602
*) Arbeiðstímatalið er lækkað samsvarandi 37 tíma arbeiðsviku
Kelda: OECD og Finansministeriet
Í nógvum londum verður býtt millum yngru og eldru flokkarnar, soleiðis at lærari, sum undirvísir eldru flokkunum, undirvísir færri tímar, enn lærari, sum undirvísir yngru flokkunum. Hetta verður tó ikki gjørt í t.d. Danmørk og heldur ikki í Føroyum.
Eftir tølunum sæst, at einasta lond, sum liggja lægri enn Føroyar, eru Danmørk og Svøríki. Føroyski lærarin stendur 7 tímar fleiri við pultin enn danski lærararin, men arbeiðsvikan hjá dønum er 37 tímar um vikuna. Føroyska arbeiðsvikan er 40 tímar um vikuna, t.e. um 8% hægri. Verða tímarnir hjá føroyska læraranum lækkaðir samsvarandi 37 tíma arbeiðsviku, stendur lærarin 602 tímar við pultin.
Arbeiðstíðin skipað sum ársverk.
Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag gjørdu á jóansøku 1997 semju um, at arbeiðstíðin hjá læraranum skal verða skipað sum ársverk. Undir samráðingunum síðsta heyst, og aftur undir samráðingunum í vár, hevur Fíggjarmálastýrið havt sum krav, at semjan frá 1997 verður hildin. Fíggjarmálastýrið vil hava avtalu um, hvussu teir 1.149 arbeiðstímarnir, lærarin ikki stendur við pultin, skulu verða brúktir.
Hesir tímarnir verða í dag m.a. brúktir til at fyrireika tímarnar, rætta uppgávur, foreldrafundir, lærarafundir o.a. Arbeiðsgevarin hevur lítlan og ongan møguleika at stýra hesum tímum. Skal prátað verða um tímar til nýggjar uppgávur, má greiða fyrst verða fingin á, hvørjar uppgávur lærarin hevur í dag og hvussu nógvir tímar verða brúktir til hvørja uppgávuna.
Føroya Lærarafelag viðmerkir:
Viðmerking til úttalilsið hjá Fíggjarmálastýrinum um undirvísingartíðina
Fíggjarmálastýrið hevur á síni heimasíðu kunning um arbeiðstíðina hjá føroyskum lærarum. Sagt verður, at lærarar undirvísa 651 klokkutímar um árið og hetta er ímillum lægstu tøl samanborið við tøl úr londum, sum Fíggjarmálastýrið hevur útvalt.
Føroya Lærarafelag ger greitt, at stýrið ber rang tøl til almenningin.
Fíggjarmálastýrið skrivar:
Tímar við pultin:[ 27x39,6x(13.028/
16.052)x(45/60)]=651
Hetta svarar til 22 undirvísingartímar í meðal fyri hvønn lærara
Tølini skulu skiljast soleiðis:
27 er lønartímatalið (sum svarar til 27 undirvísingartímar, á 45 minuttir, hjá lærarum við ongum tímaniðurskurði)
39,6 er vikurnar sum undirvíst verður, hetta svarar til 198 skúladagar
13.028 eru allir pultstímarnir, ið lisnir verða í einari viku
16.052 er samlaða tímajáttanin til skúlarnar um vikuna
45/60 er fyri at umroknað undirvísingartímar til klokkutímar
Allir lærarar vita, at teir skulu undirvísa 27 tímar.
Hetta svarar til 802 klokkutímar um árið.
Um lærari undirvísir í lærugreinum við nógvum rættiarbeiði, ella lærugreinin krevur meiri tíð enn vanligt, ella hann er flokslærari o.a., verður givin ein tímaniðurskurður.
Tað, sum Fíggjarmálastýrið ger galið, er:
1.at siga at tímar til serligan tørv ikki eru pultstímar ella undirvísingartímar og
2.tímaniðurskurðurin fyri leiðslu ikki verður tikin við sum bundin arbeiðstíð. Ein kundi freistast at spurt Fíggjarmálastýrið, um skúlaleiðararnir fyrst skulu undirvísa 27 tímar og so leiða skúlan aftaná!
Roknistykkið hjá Fíggjarmálastýrinum tekur støðið í skúlaárinum 98/99. Roknistykkið hjá Fíggjarmálastýrinum átti at verið:
[27x39,6x(14.886/16.052)x(45/60)]
=744 klokkutímar
14.886: Allir pultstímarnir, ið lisnir verða í einari viku + tímarnir sum verða givnir fyri leiðslu + tímarnir sum verða givnir fyri serligan tørv. (13.028+558+1300)
Hetta svarar til 25 undirvísingartímar í meðal fyri hvønn lærara.
Um hetta er mátin at upplýsa almenningin, so eiga tøl frá Fíggjarmálastýrinum eftir hetta at takast við
fyrivarni.