Hvør sítt brotsspark og stig

Runavíkingar kenna seg ógvuliga snýttar, meðan suðuroyingar takka fyri hvønn møguleika og hvørt stig, teir kunnu fáa

FC Suðuroy-NSÍ 1-1 (0-1)

Fótbóltur: Christian Høgni Jacobsen var ivaleysur frá brotssparksblettinum og legði NSÍ á odda í fyrra hálvleiki, og tað sama var Jón Krosslá Poulsen, tá hann fekk møguleikan frá sama bletti langt inni í yvirtíðini.
Sostatt endaði dysturin við stigabýti, sum heimaliðið hóast alt má vera fegnast um.
Samstundis eru runavíkingar ikki blíðir. Spurdur, um teir ikki áttu at vunnið á uppflytarunum, svarar venjarin Pauli Poulsen bersøgið, at teir hildu seg hava vunnið dystin, tá vanliga leiktíðin og teir fýra minuttirnir, dómarin hevði lagt aftrat, vóru farnir.
– Men seks ella sjey minuttir inni í yvirtíðini fáa teir eitt brotsspark, so vit føla okkum snýttar, sigur venjarin hjá NSÍ.
Meðan runavíkingar halda, at sigurin varð stolin frá teimum, so kenna teir í FC Suðuroy seg rímiliga hepnar. Hetta, tí teir – í mun til fyrsta umfar – fingu stig í síðstu løtu, heldur enn at missa, sigur Palli Augustinussen, liðformaður hjá FC Suðuroy.
– Í samband við sjálva brotssparksstøðuna, so sá eg ikki hvat hendi, tí har var so nógv fólk fyri. Men dómarin sá okkurt og bríkslaði sjálvandi, sigur Palli Augustinussen.

Lítið undirhald
Sostatt vóru tað tveir deyðbóltar, sum avgjørdu dystin í Vági í gjár. Hetta var kanska heldur ikki heilt óvæntað, tí nógvi vindurin tarnaði spælinum nakað, samstundis sum vindurin ofta kann arga og yvirraska við deyðbóltsstøður.
Veðrið setti eisini sín dám á spælið, sum ikki var nakað at rópa hurrá fyri. NSÍ vísti seg tó kortini sum eitt hampiliga væl skipað lið í fyrra hálvleiki, men beinleiðis undirhaldandi var tað ikki at síggja.
Suðuroyingar hava eisini víst betri spæl í bestu føroysku fótbóltsdeildini enn tað, teir vístu í gjár. Hinvegin eru teir ikki komnir í deildina fyri at undirhalda, men fyri at yvirliva. »So far, so good«, siga teir.