Fríggjadagin kemur ein nýggj fløga á føroyska marknaðin. Fløgan ber heitið Hvør knústi rútin, og er tað ein fløga frá Jákup Eli Joensen.
Síðani hittið Vanja gjørdist ein sann landaplága hevur Jákup Eli Joensen megnað at sungið seg longri og longri inn í hjartað hjá føroyingum.
Í 2011 vann Vanja hjá Jákup Eli Joensen heiðurin sum Ársins Lag á Planet Awards, sum varð hildið í Deep.
Eftir hetta eru fleiri coverløg av hittinum komin fram. Tað kendasta eigur bólkurin All In, sum hevur gjørt eina boyband útgávu av lagnum. Gert og Harald hava gjørt eina aðra útgávu av
Vanja, og tað kann hoyrast her: www.youtube.com/watch
Nú kemur Jákup Eli Joensen út við einari nýggjari fløgu. Hon ber heitið Hvør knústi rútin, og verður móttøka fyri fløguni í Tutl. Móttøkan byrjar fríggjadagin klokkan 16.30.