Hvør keypir flestar føroyskar húgvur?

Tað eru ikki føroyingar, sum keypa flestar føroyskar húgvur í Føroyum.

Tað eru ikki føroyingar, sum keypa flestar føroyskar húgvur í handlum, sum selja føroysk pløgg. Spyrt tú hjá eitt nú Andreasi í Vágsbotni, ið hevur eitt stórt úrval av føroyskum pløggum, er svarið greitt.

 

Tað eru serliga íslendingar, sum keypa føroyskar húgvur, og teir eru raskari at keypa føroysku húgvurnar enn føroyingar sjálvir. Soleiðis hevur tað verið í fleiri ár.

 

Framúr góðu úrslitini hjá íslendska fótbóltslandsliðnum hava elvt til, at íslendsku landsliðstroyggjurnar hava verið útseldar. Útlendsk ferðafólk í hópatali vilja ogna sær eina íslendska landsliðstroyggju.

 

Men, nú verða íslendsku troyggjurnar skjótt at fáa aftur, tí veitarin sigur, at í komandi viku fáa íslendingar og útlendsk ferðafólk aftur møguleika at keypa sær eina landsliðstroyggju.

 

Eitt er, at framúr góðu úrslitini hjá íslendska fótbóltslandsliðnum fáa fólk víða um at keypa íslendskar troyggjur. Tað er kanska so sjálvsagt.

 

Men, at íslendingar, sum vitja í Føroyum, eru raskari at keypa føroyskar húgvur enn føroyingar sjálvir, er ein nokso stuttlig søga - ein søga, sum tey hjá Andreasi í Vágsbotni siga er sonn.