Hvør kann fylgja við Stjørnuni?

Hondbóltur: Hetta vikuskiftið verða til samans leiktir 5 landskappingardystir í 1. deild hjá kvinnum og monnum í føroysku hondbóltskappingini

Hjá kvinnunum tykist tað serliga vera dysturin leygardagin suðuri í Vági millum VB og Kyndil, sum spenningur er um. Talan er um 2 lið, sum mong vænta fara at enda ovarlaga í ár, og eingin ivi tykist verða um, at bæði eru tey noydd at vinna dystin, fyri at kunna fylgja við Stjørnuni. VB hevur ikki tapt higartil í ár, men á pappírinum tykist hetta vera torførasti dysturin higartil. Kyndil hevur tapt ein dyst higartil, og í øðrum dystum hevur tað onkuntíð riðið um snarið, men hava tær kortini megnað at siglt millum skerini. Lítið man vera at ivast í, at bæði liðini eru sera uppsett til dystin, og við tveimum somikið frægum manningum, er lítið at ivast í, at dysturin kann gerast sera spennandi.

Norðuri í Klaksvík verður dystur sunnudagin millum Stjørnuna og Neistan. Hóast Stjørnan bert hevur leikt 2 dystir, so hava tær longu víst, at tær ivaleyst verða tungar at syfta hjá hinum liðunum. Neistin tykist hinvegin ikki at vera so væl fyri, sum tær onkuntíð hava verið, og hava tær higartil einans fingið 1 stig burtur úr 3 dystum. Tískil er lítið at ivast í, at á pappírinum er Stjørnan favorittur


Alt kan henda

Hjá monnunum leika KÍF og Neistin í Vestmanna leygardagin. Flestu munnu ivaleyst vænta, at Neistin fer heimaftur við báðum stigunum, men Kollfirðingar vístu seinast, at teir eisini kunnu bíta frá sær.

Sunnudagin verða tveir dystir í bestu mansdeildini. Í høllini á Hálsi skulu H71 og Kyndil dystast, ímeðan StÍF og Tjaldur skulu takast á Skála. Flestu munnu vera á einum máli um, at Kyndil og StÍF eru greiðir favorittar í hesum báðum dystum, men hinvegin vístu bæði hoyvíkingar og strandingar fyri viku síðani, at eingin dystur er vunnin ella taptur, áðrenn farið er á vøllin. Í fótbólti verður ofta tikið til, at bólturin er rundur, og tað er hann so sanniliga eisini í hondbólti.