Fótbóltur
Líkt er til at mynstrið frá í fjør er við at endurtaka seg. Chelsea fer skúmandi frá øllum hinum liðunum, og eingin hevur styrkina til at taka dystin upp við London felagið. Ein lítil vón birtist tó hjá avbjóðarunum, tá Manchester United megnaði at basa teimum bláu fyri nøkrum vikum síðani. Hetta úrslitið var við til at seta eitt sindur av spenningi í aftur ta samlaðu kappingina.
Hóast tapið fyri United var ein smeitur fyri Chelsea, hevur tað ikki lagt grús í væl smurda maskinaríið á Stamford Bridge. Chelsea hevur nevniliga vunnið allar tríggjar dystirnar síðani, og ilt er at fáa eyga á veikleikarnar hjá liðnum. Hini oddaliðini hava øll meira ella minni eyðsýndar veikleikar á ávísum plássum, og tað sæst eisini aftur á úrslitunum.
Chelsea hevur aftur í ár bestu verjuna í landinum, og málini tróta heldur ikki, tí Chelsea hevur skorað tíggju mál fleiri enn tað liðið, ið hevur skotið næstflest mál, sum er Manchester United. Harumframt eru flestu avrikini hjá Chelsea rættiliga sannførandi, og sjálvsálitið lýsir av leikarunum.
United nærmasti avbjóðari
Í løtuni man Manchester United vera besta boð uppá ein avbjóðara til Chelsea. Sigurin á oddaliðnum fyri nøkrum vikum síðani gav monnunum hjá Ferguson eina trúgv uppá, at tað ber til at koppa Chelsea av ovastu rók.
United hevur vunnið fýra dystir á rað, og er tíggju stig aftanfyri Chelsea. United hevur tó ein dyst til góðar, og tí kann munurin skerast niður til bert sjey stig.
Heili seks umfør eru á skránni í Premier League í desember, og tá hesin mánaðurin er liðin, kunnu vit óivað fáa eina greiðari mynd av, um nakar kann bjóða Chelsea av í stríðnum um meistaraheitið, ella um Abramovic endaliga hevur sett seg á ensku trónuna.
Tað er umráðandi hjá United, at tær stóru stjørnurnar á liðnum so sum Rooney, van Nistelrooy og Ferdinand kunnu spæla upp til sítt besta og bera liðið fram á mál.
Liverpool á aldukambi
Liverpool hevur nú vunnið seks landskappingardystir á rað, og einki mál er komið ígjøgnum hesar 540 minuttirnar. Liverpool er tí beint í hølunum á Manchester United.
Spurningurin er tó, um Liverpool hevur tær dygdir í krevjast av einum avbjóðara til ræðið hjá Chelsea. Hópurin er møguliga ikki nóg breiður, og enn hevur eingin málrevur givið seg til kennar á Anfield, hóast Peter Crouch fekk tvey mál hetta vikuskiftið.
Venjarin Rafael Benitez hevur í longri tíð leitað eftir einum miðverjuleikara, ið skal loysa Sami Hyypia av. Fyrrverandi liðformaðurin hjá Liverpool hevur sæð betri dagar, og tíðin er komin at finna ein nýggjan verjuleikara, ið skal spæla saman við Jamie Carragher í miðverjuni.
Arsenal fekk skot fyri bógvin
Arsenal, ið seinast gjørdist meistari í 2004, tapti um vikuskiftið á útivølli fyri Bolton, og tað var ein dyggur smeitur fyri Arsene Wenger. Tapið hevur við sær, at Arsenal er dottið heilt niður á fimta pláss aftanfyri arvafíggindarnar úr Tottenham.
Wenger hevði sjálvandi vónað, at Arsenal fór at nærkast Chelsea, heldur enn munurin skuldi økjast enn meira. Serliga nú tá Thierry Henry var vorðin klárur eftir skaða, kundi ein trúð, at Arsenal fór at taka dystin upp í oddinum, men nú eru longu fjúrtan stig upp til oddaliðið. Hóast Arsenal hevur ein dyst til góðar, kunnu vit ikki vænta, at Arsenal kann gera nakað við oddaliðið í hesum kappingarárinum.
Missurin eftir Patrick Vieira hevur verið stórur, og venjarin hevur havt torført við at fylla tómrúmið eftir franska miðvallaran, ið rýmdi til Juventus.
Chelsea á toppinum
Tað stutta av tí langa er, at Chelsea hevur víst eins ræðandi styrki, og teir gjørdu síðsta kappingarár, tá teir settu fleiri met í Premier League. Serliga Frank Lampard, ið stendur við stýrisvølin á miðvøllinum, hevur víst avrik í heimsflokki hetta kappingarárið. Hann er eisini toppskjútti í Premier League við ellivu málum saman við Ruud van Nistelrooy, og tað er sera sjáldsamt fyri ein miðvallarleikara.
Sostatt bendir einki í løtuni á, at nakað av hinum liðunum (kanska serliga Manchester United) kunnu órógva Chelsea, ið stevnir beint ímóti øðrum meistaraheitinum á rað.
Fyri spenningin kunnu vit tó vóna, at onkur fer at geva Chelsea harðari kapping enn síðsta kappingarár.