Hvør hevur stygt unglingar frá fiskivinnuni?

- Hvat er hent í okkara landi, at sjóvinnan er so illa umtókt av unga fólkinum í dag? spyr Jógvan I. Olsen.

- Vit hava ongan barnaskúla longur. Nú eitur tað fólkaskúli, og har eru unglingarnir innilæstir, til teir eru umleið 15-18 ára gamlir. Tá eru teir eisini innslúsaðir til at læra víðari og kunnu velja ímillum alskyns útbúgvingar. Men, eitt kunnu teir ikki læra til, so undrunarvert tað enn er. Eingin møguleiki er her heima í Føroyum at læra til fiskimann.

 

Tað sigur Jógvan I. Olsen, fyrrverandi skipari, løgtingsmaður og løgtingsformaður, í lesarabrævi, sum Sosialurin prentaði hósdagin.

 

Í lesarabrævinum vísir hann til blaðið “Vinnan” frá 2. februar í fjør, har ein áhugaverd kanning verður kunngjørd, sum Føroya Handilsskúli hevur latið gera.

 

Kanningin snýr seg um, hvat miðnámsskúlanæmingar ætla at útbúgva seg til. Spurdir eru 503 næmingar, og 495 hava svarað. Av svarunum eru ellivu ymiskar útbúgvingar nevndar í prosentum.

 

- Av hesum ellivu útbúgvingunum, sum nevndar eru í prosentum, er Læknavísindin greiður vinnari við 14,5%. Men tað, sum skakaði meg, var, at næst niðast av hesum ellivu nevndu útbúgvingarmøguleikunum lá Sjóvinnan við 1,6%. Sjóvinnan man umfata farmaflutnings-, frálanda-, ferðafólkaflutnings-, ali-og fiskivinnuna.

 

Jógvan I. Olsen spyr, hvat er hent í okkara landi, at sjóvinnan, sum er okkara nógv størsta innløguvinna og hevur brúk fyri nógvum góðum fólki, er so illa umtókt av unga fólkinum í dag?

 

- Hvør hevur stygt okkara unga ættarlið burtur frá sjóvinnuni - og serliga burtur frá at blíva fiskimaður? Eru tað foreldrini, skúlaskipanin, politikararnir, tíðindatænastan ella okkurt annað? spyr fyrrverandi skiparin og løgtingsmaðurin í lesarabrævinum, sum kann lesast í Sosialinum, sum varð borin í hvørt hús í gjár.