fyri 2009 og at avleiðingin av hesum kann vera, at Søgu- og Samfelagsdeildin verður niðurløgd og at átta fólk verða søgd úr starvi. Men hetta er bara eitt av fleiri worst case scenarium sigur Lis Mortensen.
Anfinn Kallsberg, formaður í løgtingsins fíggjarnevnd, er als ikki samdur, hann sigur at fróðskaparsetrið hevur fingið 4.600.000,00 kr. meira í 2009 enn hvat setrið brúkti í 2008 ella 26% meira í 2009 enn í 2008.
Hvussu ber tað til at tølini hjá Lis og Anfinn liggja heili 9,6 milliónir frá hvørjum øðrum?
Vit eru mong, ið fegin vilja vita hvør hevur rætt, Lis Mortensen ella Anfinn Kallsberg?