Hvør hevði ábyrgdina

Barry Fergusson tykist vera einasti maðurin í skotska landsliðshópinum, sum ásannar, at við hetta lag kann venjarin ikki sita leingi í sessinum

Landsdystur

Tað verður sjálvandi gjørt burturúr landsdystinum millum Føroyar og Skotland í skotsku miðlunum, og reyði tráðurin er sum vera man, at hetta úrslitið so avgjørt ikki var nakað at reypa av.
Og sjálvsagt hevur pressan eisini roynt at finna sínar syndabukkar, men tað tykist tó vera ein óskrivað avtala millum leikarar og venjara, at hetta er nakað, sum teir allir taka á seg.
Bæði undan dystinum og á tíðindafundinum eftir dystinum heitti Berti Vogts á skotsku miðlarnar, at teir ikki skuldu leggja eftir leikarunum.
- Gongur tað væl, so eiga leikararnir æruna. Gongst minni væl, so vælsignaðir lati vera við at leggja eftir teimum. Teir eru ungir og óroyndir, og tí nyttar tað einki at leggja trýst á teir, so leggi heldur eftir mær, vóru boðini frá Vogts undan dystinum, og hetta var eisini nakað, sum varð endurtikið eftir dystin.
Hinvegin tykjast leikararnir ikki hava nakað ímóti, at skuldin fyri javnleikin verður løgd á teir. Sostatt hevur liðskiparin hjá Skotlandi, Paul Lambert, sagt við skotsku miðlarnar, at teir ikki skulu geva Vogts ábyrgdina fyri tapið.
- Tað var ikki Vogts, sum spældi dystin. Vit spældu dystin, og okkara avrik var undir alt lágmark, so tað eru vit, sum skulu hava skoluna, vóru orðini hjá liðskiparanum.

Ferguson er ikki samdur
Einasti maðurin, sum tykist hava ásannað, at sessurin hjá Vogts er í álvarsligum vanda, er liðskiparin hjá Glasgow Rangers, Barry Ferguson, sum eisini var maðurin, sum tryggjaði skotum javnleikin.
- Tað er heilt greitt, at hatta ikki var nóg gott, og verður talan um fleiri úrslit av hasum slagnum, so er lítið at ivast í, at okkurt má henda, segði Fergoson.
Glasgow maðurin var annars eftir dystin móti dønum fyri atfinningum frá venjaranum, so møguliga hevði hann einki havt ímóti, nýggjur venjari varð settur fyri Vogts, men tann spurningurin sleppur so í øllum førum at hanga í leysum lofti ein mánað ella so afturat.